Tíðindi

Tíggju ráð ímóti skúlanoktan

Stríðist tú við at fáa barn títt í skúla? Her eru nøkur ráð, sum tú sum foreldur kanst hugsa um og royna.

19.02.2019

Fyri summi er tað at fara í skúla alt annað enn lætt og hugaligt, og summi nokta at fara í skúla. Hesin trupulleikin er vaksandi nógva staðni. Trude Havik, doktari við Universitetið í Stavanger, hevur granskað í hesi avbjóðingini; út frá tí hon hevur kannað, hevur hon orðað 10 ráð.

1. Tosa við barn títt

Royn og finn út av, hvat tað er, sum ger, at hon ella hann ikki vil ella megnar at fara í skúla. Er orsøkin til, at barnið ikki vil í skúla, at okkurt ávíst er hent?

Spyr, um barnið hevur nakran at vera saman við í skúlanum, ver so ítøkilig sum til ber og gev tær góða tíð at tosa um hetta.

2. Set teg í samband við skúlan so skjótt til ber

Spyr, um lærararnir hava varnast, um barnið er broytt, bæði tá ið talan er um tað fakliga og sosiala.

- Foreldur eiga at seta seg í samband við skúlan fyri saman at finna fram til, hvør orsøkin kann vera til, at barnið ikki vil ella megnar at fara í skúla, sigur Trude Havik.

3. Ger eina avtalu

Mangan er fyrsta teknið um skúlanoktan, at barnið gremur seg um at hava ilt í búkinum ella høvdinum. Hóast barnið gremur seg um at hava ilt, eigur tað at fara í skúla við eini avtalu um at kunna fara heim, um pínan versnar. Greið samstundis læraranum frá um hesa avtaluna, tit hava gjørt.

– Vanliga fær barnið tað ikki verri av at fara í skúla. Tað er umráðandi at royna at fáa barnið í skúla, tí frávera elvir til fráveru; jú longri barnið er burtur, jú verri er tað at koma aftur í skúla.

4. Frem lætt trýst

Gev ikki ov lætt upp.

– Tú eigur ikki at vænta, at foreldur skulu trýsta barn sítt at fara í skúla, um skúlin ikki eisini trýstir. Tað er galdandi til dømis, um barnið er fyri happing, mistrivnaði ella ikki fær ta hjálpina honum ella henni tørvar, sigur Havik.

Skúlin skal tryggja, at næmingarnir eru tryggir, at teir ikki eru fyri happing, og at teir eru í einum góðum læruumhvørvi. Metir tú sum foreldur, at lærararnir ikki taka teg í álvara, eigur tú at biðja um fund við skúlastjóran, vísir Havik á. Heldur tú, at skúlin ikki hevur gjørt nógv mikið, eigur tú at seta teg í samband við skúlastýrið og heilsufrøðing.

5. Ger tað ikki ov lætt at vera heima

– Sleppur barnið at sova leingi og baka bollar við mammu síni, kann tað vera nógv hugnaligari enn at fara í skúla. Fá dagin heima at minna so nógv um ein skúladag, sum til ber, soleiðis at tað ikki verður ov stuttligt og hugnaligt at vera heima; tit kunnu hugna tykkum, tá ið skúladagurin er liðugur, sigur Havik.

6. Fær við barninum til lækna

- Gremur barnið seg ofta um at hava ilt í búkinum ella høvdinum, eigur barnið at verða kannað; royn kortini at fáa barnið í skúla, meðan kanningarnar verða gjørdar, sigur Havik.

7. Lat gerandisdagin vera so vanligan sum til ber

Fer barnið ikki í skúla, eigur tað kortini at fara upp um morgunin til vanliga tíð og gera seg til reiðar til nýggjan skúladag, á sama hátt, sum fór tað í skúla. Lat tað gera skúlating og fylgja samsvarandi við í tí, sum flokkurin ger, so nógv sum til ber.

8. Tosa um skúlan

Tak tað fram við skúlanum, sum barninum dámar og tosa heima jaliga um skúlan, lærararnar og hinar næmingarnar.

9. Hav góðar vanar

Tað er umráðandi, at tað sama hendir hvørt kvøld, tá ið tíð er at fara í song, og eisini tað sama um morgunin. Barnið eigur at fara í song til fasta tíð og sova nóg leingi. Brúkar barnið fartelefonina ella teldilin nógv, tá ið tíð er at fara í song, eigur tú at taka tað frá tí.

10. Ikki kenna skyld

– Tað er ongantíð ein persónur, sum hevur skyldina, ella ein einføld orsøk til, at barnið ikki vil í skúla. Orsakirnar eru ofta samansettar. At kenna skyld førir ikki til nakað gott, hvørki fyri tann vaksna ella barnið, sigur Havik.

Foreldur at børnum, sum nokta at fara í skúla, mugu vita, at tey ikki stríðast einsamøll, vísir hon á.

– Tey mugu vita, at tað, sum hevur týdning, er, at skjót hjálp hevur stóran týdning fyri at fáa barnið aftur í skúla sum skjótast, at tað krevur eitt gott samstarv millum heim og skúla og opinleika um, hvat er trupult, eisini tá ið talan er um viðurskifti heima.

https://utdanningsforskning.no/artikler/ti-rad-mot-skolevegring/?fbclid=IwAR2jMY7wrZ5-d4QRg43NKGUeFn3ZCzV36MvODmeP65Leni7VqKBTu2MpUhc

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.