Tíðindi

Trý valevni til tveir nevndarsessir

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag 20. apríl bjóða trý fólk seg fram at koma í nevndina.

30.03.2024

Tórhallur vil Gil, næstformaður og lærari í Skúlanum við Løkin, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, nevndarlimur og lærari í skúlanum á Argjahamri, standa fyri vali, og báðir stilla upp aftur. Triðja valevnið er Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum.

Á aðalfundinum skulu tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir veljast í nevndina.

Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag og árligi limafundurin hjá Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags verður leygardagin 20. apríl klokkan 10.00 á Hotel Føroyum. Fundarskráin verður sambært viðtøkum felagsins.

Vinnararnir av Veðurlagsvirðislønini fyri 2024 verða kosnir á aðalfundinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.