Tíðindi

Trivnaður hevur týdning fyri okkum øll

Um næmingarnir skulu trívast væl, mugu lærararnir, ið skulu vera um teir, eisini trívast væl.

16.04.2021

Eg havi lisið til lærara á seminari í Danmark. Ein av fyrstu spurningunum, ið vit vórðu biðin um at svara, var hesin: ”Hví hava tit valt júst hesa útbúgvingina?” Tankin hjá undirvísaranum var at fáa innlit í okkara tankar um útbúgvingina, samstundis sum hetta eisini gav okkum møguleikar at samskifta okkara millum um, hví vit sótu har. Hóast vit høvdu ymiska bakgrund, so vóru vit skjótt á einum máli um, at tað at trívast í sínum arbeiði hevur størsta týdning. Fyri at trívast mugu vit gera tað, ið gevur meining. At arbeiða við læring og trivnaði hjá børnum og ungum var tað, sum vit í felag sóu størstu meiningina í. Uttan at hava kannað hetta nærri havi eg varhugan av, at hetta er galdandi fyri lærarahópin sum heild.

Seinnu árini hava fleiri kanningar um happing verið í fólkaskúlanum. Hesar vísa, at happing ímillum næmingarnar er í minking. Hetta fegnast vit sjálvandi um. Hóast happingin minkar, merkir hetta ikki, at trivnaðurin hjá næmingunum batnar. Sjálvandi trívist ongin við happing, men trivnaður krevur nógv annað. Vit hava tørv á at hoyra til, kenna felagsskap og gera tað, ið gevur meining.

Gitte Klein, lærari og sálarfrøðingur, var í Góðan morgun Føroyum 17. mars. Evnið var trivnaður og menning hjá børnum samanborið við skíggjanýtslu. Gitte Klein vísir her á, at sannlíkindi fyri tunglyndi hjá eldru næmingunum økjast, um skíggjanýtslan er stór, og teir eru nógv á sosialum miðlum. Samstundis eru sosialu evnini hjá børnum ikki eins góð og tey hava verið. Ein lærari vísir á støðuna hjá børnum: tey hava minni tol, truplari við at hugsavna seg, sosialu førleikarnar eru verri, og trivnaðurin hjá børnunum er verri. Hesin lærarin setti samband ímillum avbjóðingarnar og skíggjanýtsluna. Gitte Klein vísir til gransking á økinum, ið styðjar upp undir hendan varhugan.

Talið av næmingum við skúlanoktan, atferðartrupulleikum og øðrum økist. Samstundis hitti eg alt fleiri lærarar, ið sýnast bæði troyttir og ráðaleysir. Uppgávan at arbeiða við trivnaði hjá næmingum sær út til at vaksa. Eisini havi eg tosað við nakrar skúlaleiðslur. Tað vísir seg, at lærarar aftra seg við at taka á seg flokslærarauppgávuna, serliga á lægru floksstigunum. Um tað er so, at sosialu førleikarnir hjá børnunum vikna, samstundis sum tað sýnist truplari hjá teimum at megna skúlagongdina, mugu tiltøk gerast á hesum økinum. Vit hava ikki kanningar á økinum, og sum er ber ikki til at siga, at hetta er so. Vónandi fer onkur at arbeiða við hesum í framtíðini.

Lærarastarvið krevur, at vit hava fyrilit fyri nógvum ymiskum viðurskiftum. Vit hava samband við nógvar næmingar, foreldur, starvsfelagar, serkunnleika á ymiskum økjum og mangt annað. Hetta ger, at vit mugu hava góðar umstøður, skulu vit trívast í hesum. Sum er, økist tíðin til undirvísing, samstundis sum tíðin til annað arbeiði minkar, hóast uppgávan veksur. Hetta ger tað truplari at hava tey fyrilit, vit hava fyri neyðini, um vit skulu loysa arbeiðsuppgávuna væl. Um næmingarnir skulu trívast væl, mugu lærararnir, ið skulu vera um teir, eisini trívast væl. Vónandi verður hetta tikið við, nú hugsað verður um at gera broytingar í skúlaskipanini. Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá lærarum, at arbeiðsumstøðurnar eru góðar. Hetta merkir, at um størri arbeiði skal til fyri at skapa góð trivnaðarviðurskifti hjá næmingunum, mugu lærarar fáa góðar arbeiðsumstøður til hetta arbeiðið. Fólkaskúlin hevur týdning fyri okkum øll, tí mugu góð arbeiðsviðurskifti raðfestast, soleiðis at øll trívast í skúlunum.

Sjónarmið eftir Jonu Højsted, nevndarlim Føroya Lærarafelags, í Skúlablað nr 2, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.