Tíðindi

Transformativa læringarmaskinan

Fjarundirvísing fyri næmingar fær fáar stjørnur frá mær. Stjørnurnar, eg gevi fjarundirvísingini, skulu síggjast í ljósinum av, at tað kann bera til. Tóra við Keldu, lærari, skrivar

12.06.2020

Í 90-unum á Føroya Læraraskúla møtti eg Knud Illeris, og í 2018 á hægri lærustovni møttust vit aftur – í bókini, altso. Nakað man tí helst vera um tað, hann sigur. Hann vísir m.a. á, at øll læring rúmar tveimum tilgongdum, sum samstarva. Tær eru samspæl og tilognan.

Stutt sagt er tað í samspæli við onnur, vit læra og ogna okkum vitan.

Víðari vísir Illeris á, at tilognan av vitan altíð rúmar innihaldi og drívmegi. Harvið hevur hann tær tríggjar læringardimensiónirnar, sum eru innihald, drívmegi og samspæl. Tað at skilja, vita og dugna fakliga og praktiskt, síðani viljan og motivatiónina at læra – í samspæli við onnur.

Sum um tað ikki er nóg mikið, so kunnu vit leggja tær fýra læringartypurnar afturat. Kumulativa læring, sum er tað fyrsta, vit læra. Assimilativa læring, tá ið vit byggja víðari á tað, vit longu hava tilognað okkum. Akkommodativa læring, sum er meira orkukrevjandi, tá ið vit læra nakað nýtt, reflektera, hugsa kritiskt og viðgera nýggju vitanina. At enda transformativa læring, sum vit møta, tá ið vit eru fyri stórum broytingum og/ella lívskreppum, har vit mugu læra av nýggjum ella læra at gera tað, vit plaga, á annan hátt.

Tilgongdir, dimensiónir og læringartypur.

Illeris í fáum reglum vil eg tó ikki viðmæla. Vil bara vísa á, hvussu trivalig læring um læring í veruleikanum er. Vit siga, at lærdómur er lættur at bera, og tó krevur læringartilgongdin nakað ávíst fyri at virka.

Í dag eru umstøðurnar hjá lærarum grundleggjandi broyttar. Eftir fáum døgum fóru vit frá nærundirvísing til fjarundirvísing. Fyri at nýta ástøðina, so eru vit farin rúkandi gjøgnum transformativu læringarmaskinuna, har korona-lívsbroytingar alsamt hava kravt, at vit læra nakað nýtt og gera tingini á annan hátt.

Hesa tíðina hevur Illiris stundum teskað mær í oyrað og spurt: Hvussu kunnu tit rósa fjarundirvísing fyri næmingar, tá ið ástøði um læring vísir á tilgongdir sum innihald, drívmegi og sampæl sum grundleggjandi fyri læring?

Eg ivaðist, hvussu eg skuldi svara. So eg byrjaði við: Pyt, Illeris!

Ikki serliga djúpt. Men eg valdi víðari at svara, at hendan tíðin óivað fer at læra næmingarnar annað enn tað vanliga. Læringin liggur jú ikki einans innan skúlaveggirnar. Tað gjørdi hon heldur ikki fyri korona.

Fjarundirvísing fyri næmingar fær fáar stjørnur frá mær. Stjørnurnar, eg gevi fjarundirvísingini, skulu síggjast í ljósinum av, at tað kann bera til. Ein næmingur, sum ikki býr í Føroyum, megnaði herfyri at taka fult 9. floksprógv í føroyska fólkaskúlanum. Tað kann eydnast.

Forvitin spurdi eg næmingin, hvussu fjarundirvísing kendist, og hvat skuldi til fyri at megna tað. Næmingurin, sum sjálvandi saknaði tað sosiala, fimleikin, fríkorterini og t.d. at gera royndir í alis- og evnafrøði, segði m.a.: Sjálvdisiplin hevði nógv at siga, og tað, at eg valdi ikki at snýta. Tað er lætt at gera alt møguligt annað, meðan teldan er tendrað. Tað kann jú síggja út sum um, man fylgir við. Tað hevur eisini týdning at hava foreldur, sum fylgja við. Man fær í grundini tað burturúr, sum man sjálvur vil. Um man vil, so fær man nógv burturúr, og um man er dovin, so fær man lítið burturúr. Eg eri takksom, tí prógvið gevur mær atgongd til føroyskar miðnámsskúlar.

So einfalt og sigandi – uttan at nevna hugtøkini tilgongdir, dimensiónir ella læringartypur.

Hóast fjarundirvísing víst fær Illeris at rista við høvdinum, so viðurkennir hann óivað, at vit hava lært nakað nýtt. Vit eru á veg gjøgnum transformativu læringarmaskinuna, har vit hava lært at gera tað, vit plagdu,

á ein øðrvísi hátt. Hetta kemur óivað at gagna okkum í nærundirvísingini, tá ið hon einaferð aftur verður veruleiki – vónandi skjótt.

Klumman hevur staðið í Skúlablað nr 3, 2020

Tóra við Keldu er lærari, master í lærutilgongdum við sergrein í leiðslu- og organisatiónssálarfrøði og forkvinna í MEGD. 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.