Tíðindi/Greinar

20.11.2018

Tilmæli um lægri tímatal báðumegin pultin

Nú umrøtt verður, hvussu langur skúladagurin hjá næmingunum skal vera, so haldi eg eisini tað sømir seg at hyggja at, hvussu nógv lærarar í fólkaskúlanum undirvísa. Lærarar í Føroyum eru teir í Norðurlondum, ið undirvísa einamest. Jacob Eli S. Olsen, lærari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

Hósdagin hevði landsstýriskvinnan í mentamálum framløgu í løgtinginum frammanundan aðalorðaskiftinum um fólkaskúlan. Nú er “Frágreiðing til aðalorðaskifti um fólkaskúlan” eisini almenn, har greitt er frá broytingum í fólkaskúlanum, ið samgongan ætlar. Vit hava ikki møtt nógvum tankum um menning av fólkaskúlanum úr ráðnum ella løgtinginum í rúma tíð, tí er tað so áhugavert at fáa frágreiðingina og eitt aðalorðaskifti um fólkaskúlan. Í orðaskiftinum verður spennandi at hoyra, hvat tinglimir úr bæði samgongu og andstøðu meina um hetta týdningarmikla øki.

Eitt tilmæli er at lækka tímatalið, næmingarnir skulu vera í skúla. Ein lærugrein, ið mælt verður til at lækka tímatalið í, er føroyskt í grunddeildini. Nú tímatalið í føroyskum skal lækkast, so verður hetta gjørt uttan at nøkur kanning er gjørd, ið kann stuðla hesum tilmæli. Tá ið skerjingar verða gjørdar, uttan at tær kunnu stuðlast av fakligum grundgevingum, so ivist eg ofta í, um ikki sanna grundin er at spara nakrar krónur. Um so er, at dagurin hjá næmingunum verður styttur, so verða nakrir lønartímar leysir. Hesir kunnu heldur enn at spara flytast til fleiri tvílæraratímar í grunddeildini. Tað kostar tað sama, og lærararnir fáa líka langa tíð saman við einstaka næminginum, sjálvt um næmingurin er færri tímar í skúlanum.

Nú umrøtt verður, hvussu langur skúladagurin hjá næmingunum skal vera, so haldi eg eisini tað sømir seg at hyggja at, hvussu nógv lærarar í fólkaskúlanum undirvísa. Lærarar í Føroyum eru teir í Norðurlondum, ið undirvísa einamest. Í frágreiðingini til orðaskiftið verður víst á, at tímatalið hjá næmingum í Føroyum er hægri enn í Finnlandi. Tað sama er eisini við tímatalinum ein lærara undirvísir, tað er eisini hægri hjá okkum enn í Finnlandi. Eg haldi hetta ger mun, tí við færri tímum kann lærarin verða betur fyri til einstaka tíman.

Í Føroyum undirvísa fleiri lærarar 27 ella 28 tímar um vikuna, hetta er ov nógv. Seinnu árini eru lærarar í fólkaskúlanum trýstir av Mentamálaráðnum at undirvísa ein til tveir tímar meira um vikuna. Hetta er gjørt við, at tíðin lærarar eru løntir at gera annað virksemi enn undirvísing er pressað niður. Einasta mál hjá ráðnum við hesum er, at fáa meira fyri minni. Hetta má broytast, tí at læraraarbeiði er so nógv annað enn undirvísing.

Í Danmark vórðu lærarar trýstir at undirvísa fleiri tímar um vikuna eftir skúlareformin. Tá fóru lærarar upp á 28 til 29 tímar um vikuna. Fleiri kommunur hava sæð trupuleikarnar av hesum, at lærarar undirvísa so nógv. Tað fæst ikki meira burtur úr lærarunum á hendan hátt, tí at byrðan er ov stór, og góðskan minkar. Tí hava fleiri kommunur avtalað, at lærarar í teirra øki skulu undirvísa færri tímar. Í Ballerup kommunu er avtalað gjørd um, at ein lærari í mesta lagi kann undirvísa 25 tímar um vikuna.

Eg vóni at vit fáa eitt gott aðalorðaskifti um fólkaskúlan í tinginum mikudagin. Frágreiðingin tekur týðandi tættir í fólkaskúlanum fram, men eg vil eisini vísa á umstøðurnar hjá starvsfólkunum í fólkaskúlunum sum eitt týdningarmikið øki fyri fólkaskúlan. Her er eitt mál ov stóra tímatalið lærarar undirvísa. At lækka tímatalið, ið lærarar undirvísa, kostar, men nú ætlanin er, at tímatalið hjá næmingunum skal lækka, so kundi tímatalið hjá lærarunum lækkað samsvarandi, so gongur upp.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan