Tíðindi

Tilflytarabørn brúka bókasavnið mest

Børn, sum eru flutt til landið, læna fleiri bøkur og brúka meiri tíð á bókasavninum samanborið við restina av íbúgvunum. Tey lesa eisini fleiri bøkur í frítíðini, vísir nýggj norsk kanning.

23-09-2022

Á bókasavninum lesur og lænir tú bøkur. Ikki so?

Í dag er bókasavnið so øgiliga nógv annað og meiri enn bara tað. Á nýggja bókasavninum í Bjørvika í Oslo kanst tú spæla tónleik inn, gera tínar egnu sniðgivnu t-blusur og leiga ein heilan biograf fyri teg sjálvan og tínar vinir. Og á bókasavninum Deichman Biblo Tøyen kunnu børn og ung um tíggju ára aldur koyra zipline og spæla Playstation.

Nú vísir ein nýggj kanning, at tey, sum brúka bókasavnið mest í Noregi, eru børn í aldrinum 9 og 15 ár, sum eru flutt til landið. 71 prosent av hesum hava verið á gátt á bókasavninum í vár, samanborið við 58 prosent av børnunum samanlagt.

Hevur verið eitt rák í nógv ár

– Tað er áhugavert, at so nógv børn og ung við tilflytarabakgrund í Noregi brúka fólkabókasavnið meiri enn børn og ung annars í Noregi, og tað eru vit eitt sindur bilsin um, sigur Andreas Vårheim, professari í bókasøvnum og kunningarvitan við UiT.

– Men vit kunnu siga, at hetta stórtsæð váttar tað, vit hava sæð úr øðrum kanningum.

Hann vísir til stóra kanning, sum var gjørd í 2008, har granskarar funnu út av, at bæði børn og ung, sum eru flutt til landið, brúka fólkabókasavnið væl meiri samanborið við norðmenn sum heild.

– Fólkabókasavnið er greitt størsta mentanartilboðið, sum fólk, ið flyta til landið, hava tikið til sín, sambært Vårheim.

Eitt stað at vera

Hvør er orsøkin til, at børn av tilflytarabakgrund brúka bókasavnið mest?

Tað hevur Åse Kristine Tveit, granskari og fyrrverandi bókavørður við OsloMet, hugt nærri at.

– Orsøkirnar til eru fleiri, sigur hon við forskning.no.

Ein orsøk er, at bókasavnið er eitt stað, har tað er lætt at vera.

– Vinabólkar, sum vilja vera saman í frítíðini, fáa pláss og møguleika til tað á fólkabókasavninum, sigur Tveit.

Hon vísir eisini á, at tað er ókeypis at vera har, og tað er tað lokkandi hjá børnum, serliga børnum, sum fara hagar einsamøll.

Ein kanning frá 2009 vísir, at tilflytarabørn oftari fara einsamøll á bókasavnið samanborið við onnur børn, sum oftari fara saman við vaksnum. 

Fólk búgva trongt

Tveit vísir eisini á orsakir, sum hava við sosial og fíggjarlig viðurskifti at gera, so sum at búgva trongt og hava lága inntøku.

– Hevur tú ikki egið kamar við teldu ella spæliteldu, er tað meiri upplagt, at vinabólkurin hittist á bókasavninum. Har eru øll á jøvnum føti, og hóast nógv eru um boðið at sleppa fram at teldunum har, so kanst tú skriva teg upp at sleppa framat, sigur hon.

– Fyri børn úr heimum, sum hava lítið pláss, geva fólkabókasøvnini rúm fyri at gera skúlating og ella at lesa í friði og náðum, og fyri tilflytarabørn eru tað mangan miðlar á teirra egna móðurmáli, sum tey kunnu læna.

Ein onnur týðandi orsøk er lektiuhjálpin.

– Tað kann vera ein stór hjálp, ikki minst um tú hevur foreldur, sum ikki skilja málið í landinum, sigur hon.

Hitt rúmið

Á Tøyen í Oslo hava tey eitt bókasavn burtur av til børn og ung í aldrinum 10 og 15 ár. Onnur hava ikki atgongd.

– Tøyen er ein fleirmentanarligur býarpartur, so tað er natúrligt, at øll møgulig børn kom inn, sigur Einar Goksøyr Åsen, starvsfólk á Deichman Biblo Tøyen.

– Vit bjóða lektiuhjálp hvønn dag, skeið í matgerð, møguleikar at spæla playstation og Zipline. Og nógv, nógv annað, sigur hann.

Åsen sigur, at børnini í økinum vitja dúgliga, men eisini fólk úr øllum Oslo – serliga tá feria er.

Goksøyr heldur, at nógv børn og ung brúka bókasavnið sum sítt ”annað rúm”.

– Í staðin fyri at fara heim til vinir, fara tey heldur á bókasavnið. Har hitta tey gamlar og nýggjar vinir. Tey trívast ógvuliga væl at vera á bókasavninum, sigur hann.

Ársins bókasavn 2017

Åsen sigur, at tey hava nógvar brúkarar, sum koma ofta og regluliga inn á bókasavnið, summi einsamøll og summi saman við øðrum.

– Vit royna at leggja tað til rættis soleiðis, at børnini og ungfólkini koma í samband við nýggj fólk. Hetta bókasavnið var bygt til at røkka nøkrum, sum ikki brúka bókasavn so nógv. Nú eru tey her. Summi lesa, onnur gera mat, og onnur spæla, sigur hann.

Biblo Tøyen læt upp 31. mars 2016 og varð kosið ársins bókasavn í 2017.

Lesa eisini meiri í frítíðini

Kanningin, sum vísir, hvør brúkti bókasøvnini í 2021, hevur eisini yvirlit yvir, hvussu nógv fólk lesa í frítíðini. Har kemur fram, at ein av trimum við tilflytarabakgrund lósu eina pappírsbólk um vikuna í 2021. Tá ið talan er um børn, lósu 51 prosent av børnum og ungum í aldrinum 9 til 15 ár við tilflytarabakgrund pappírsbók í frítíðini. Tað er fleiri samanborið við børn sum heild; har var talan um 43 prosent.

– Hetta bendir á, at børn við tilflytarabakgrund í størri mun lesa bøkur samanborið við børn sum heild. Í tølunum kemur eisini fram, at tað eru fleiri kvinnur enn menn við tilflytarabakgrund, sum lesa.

Umráðandi stað at hittast

Sambært Åse Tveit, granskara, eru bókasøvnini eitt týdningarmikið stað at møtast, og soleiðis hevur tað verið leingi. Hon nevnir tilboð sum málkafé og fleirmentanarligar søguløtur fyri børn. Bókasøvnini eru eitt av fáu støðunum, har tilflytarar og fólk annars eru á jøvnum føti og hittast.

– Bókasavnið er eitt stað, har tú hvørki skalt gjalda ella avrika. Har koma fólk í øllum aldri og úr øllum mentanum, og tey føla seg heima á bókasavninum, sigur Tveit.

Kelda: forskning.no

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.