Tíðindi

Tilfar í føroyskum sum annaðmál roynast

Nú skúlaárið byrjar aftur, er fyrsti partur av nýggjum undirvísingartilfari fyri næmingar, sum hava føroyskt sum annaðmál, klárur at verða royndur í undirvísing. Tilfarið er ætlað sum lopfjøl inn í vanliga undirvísing

17.08.2020

Fyri einum ári síðan fóru Maria Heradóttir, ritstjóri, og Turid Thomsen, miðnámsskúlalærari, undir at týða og tillaga undirvísingartilfar til fólkaskúlanæmingar, sum hava føroyskt sum annaðmál. Hetta er ógvuliga krevjandi og rúgvismikið arbeiði; fyrsti partur av hesum drúgva arbeiði er klárur at leggja fram fyri lærarar, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál, í verkstovu, sum verður á Námi 14. september.

- At finna ein veg inn í føroyskt sum annaðmál hevur tikið tíð. Tað krevur, at føroyskt verður snarað frá einum móðurmálsperspektivi til eitt fremmandamálsperspektiv, umframt at tað fær eina tilgongd, sum styðjar upp undir tann serliga málsliga og mentanarliga tørv, sum fólk hava, ið búgva í einum landi, har teirra móðurmál ikki er málið. Málið í landinum er teirra annaðmál, sum ikki er tað sama sum eitt fremmandamál, sum vit til dømis læra í skúlanum. Uttan umfatandi gransking í føroyskum sum annaðmál máttu vit hyggja til onnur lond at finna undirvísingartilfar at brúka sum leist fyri okkara tilgongd. Tað bar ikki til at hella seg upp ímóti málum, sum ikki líkjast okkara bygnaðarliga. Niðurstøðan gjørdist tí, at t.d. danskt tilfar var óegnað, tí tað ikki hevur kyn og føll sum føroyskt. Og evnisliga bar heldur ikki til at brúka tað, tí málsliga tilgongdin í sjálvum sær er líka berandi, sum hvat tey skulu læra evnisliga. Henda niðurstøðan leiddi til týska marknaðin, sum er førandi innan skúlabøkur í Evropa, og Týskland er millum fremstu lond í heiminum í bókaútgávum sum heild. Tað er týðiligt, at onnur lond sum t.d. Danmark leita sær íblástur úr Týsklandi. Valið fall á Das DaZ-Buch-bókaheildina hjá Klett Verlag, sigur Maria Heradóttir.

Heildin fevnir um grundbók, arbeiðsbók, orðahefti og læraravegleiðing í 12 pørtum. Aftrat tí fevnir týska heildin eisini um testir til at eftirmeta tað lærda og til at áseta støðið hjá einstaka næminginum og eyka tilfar til teirra, sum krevja meiri venjing. Ljóðfílur verða eisini við, soleiðis at næmingurin kann hoyra, hvussu ljóð og orð verða úttalað, og soleiðis eisini kann venja sjálvur.

Tilfarið er ætlað næmingum úr fimta upp í tíggjunda flokk; í føroysku útgávuni verður roynt at røkka enn longri niður.

- Næminginum nýtist ikki at duga nakað av føroyskum ella enskum fyri at fáa nakað burturúr; tó er tað ein fortreyt, at hann hevur brotið lesikoduna á móðurmálinum ella øðrum máli, soleiðis at hann skilir sambandið millum bókstav og ljóð fyri at skapa orð, men honum nýtist ikki at hava felags mál við hinar næmingarnar ella læraran. Heldur ikki er tað eitt krav, at næmingurin er tilvitaður um, hvussu mál eru bygd upp, at navnorð hava kyn og føll, og at sagnorð eru veikt og sterkt bend og í tíðum. Nógv mál hava heilt annan bygnað enn føroyskt, og tí er umráðandi ikki at seta sum treyt, at næmingar kenna tað, sum er støðið undir føroyskum, sigur Maria Heradóttir.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2020, sum júst er komið.

Mynd: Birgir Kruse

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.