Tíðindi

Tilboðið við sálarviðgera í skúlanum nógv brúkt

Triðja skúlaárið á rað kunnu næmingar í Runavíkar kommunuskúla, sum stríðast sálarliga, koma til sálarviðgera í skúlanum og skúlatíðini. Gunnleyg í Garðamørk, sum er útbúgvin psykoterapeutur, arbeiðir sum sálarviðgeri 18 tímar um vikuna í skúlanum.

06.11.2023

Tilboðið við sálarviðgera hevur verið til allar næmingar frá fjórða flokki, men av tí at tørvurin er so stórur, er tilboðið nú avmarkað til næmingar frá sjeynda flokki. Farna skúlaár vóru umleið 30 næmingar til samans í viðtalu hjá Gunnleyg í Garðamørk, nógv teir flestu næmingar í elstu flokkunum.

- At byrja við var hetta nýtt og fremmant, og starvsfólk í skúlanum vóru varin við at vísa næmingar til terapeutiska viðtalu, og næmingar vóru eisini varnir. Nú er nógv broytt, opinleikin um viðgerðirnar er nógv broyttur ímillum næmingarnar, og eg fái nógvar áheitanir. Beint fyri summarsteðgin hevði eg 22 næmingar, sum vóru regluliga til viðtalu. Harumframt vóru einir átta næmingar, hvørs viðtalutilgongd var liðug, sigur Gunnleyg í Garðamørk.

Tað er vanliga flokslærari hjá næminginum, ið vendir sær til Gunnleyg í Garðamørk við einum næmingi, ið hann metir seg ikki kunna hjálpa nóg væl. Í slíkum førum verður støða tikin saman við foreldrunum um viðtaluviðgerð skal byrja. Eisini foreldur venda sær til Gunnleyg í Garðamørk viðvíkjandi sínum barni, eins og fleiri næmingar sjálvir venda sær til hennara beinleiðis.

- Vanliga hava lærarar roynt alt tað, teir kunnu, at hjálpa næminginum við tí, hann stríðist við, uttan at tað hevur borið á mál. Er tað talan um mistrivnað, roynir lærarin at hjálpa honum at megna ein skúladag við at tillaga ymiskt. Tá ið lærarin kemur til niðurstøðuna, at hann ikki megnar at hjálpa næminginum meiri, vendir hann sær til mín. Heilsufrøðingurin í skúlanum hevur eitt tætt samband við næmingarnar, og ígjøgnum okkara samstarv sendir heilsufrøðingurin eisini næmingar til mín. Okkara samstarv ger eisini, at vit kunnu tosa saman um ymiskar støður.

Sera álvarsligir trupulleikar

Trupulleikarnir, sum næmingarnir hava, kunnu vera avleiðingar av kynsligari misnýtslu, sálarkvøl av harðskapi í heiminum, hjúnaskilnaði hjá foreldrunum, rúsdrekkamisnýtslu hjá foreldrum, deyða og sorg, happing, útihýsing, mistrivnaði sum heild, etingarólag, sjálvskaðan og sjálvmorðstankar.

- Onkur teirra hevur eina diagnosu og stríðist við at megna skúladagin orsakað av diagnosuni, men allarflestu næmingar eru næmingar uttan diagnosu, sum stríðast við at megna skúlan og gerandisdagin. Næmingar, sum ganga við sjálvmorðstankum, kunnu seta seg í samband við meg alt samdøgrið. Og grundin til, at næmingurin ringir til mín og kanska ikki onkran annan, er tí, at vit hava fingið eina góða relatión ígjøgnum eina tíð, har hann kennir seg tryggan.

Angist, einsemi og ótti fyri einsemi og at vera uttanfyri eru eisini trupulleikar, sum nógvir næmingar stríðast við.

- Av tí, at øll kunnu fylgja við øllum á sosialu miðlunum, kenna tey, sum ikki eru partur av tí, sum tey síggja, seg uppaftur meiri einsamøll, keddari og uttan fyri felagsskapin, og hetta er við til at minka um lívsgleðina hjá fleiri, sigur Gunnleyg í Garðamørk.

Brot úr størri grein, sum stendur í Skúlablað nr 5, 2023.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.