Tíðindi

Til arbeiðis eftir strongd

Tað er ymiskt, í hvussu stóran mun leiðslur viðganga, at ov tung arbeiðsuppgáva ella ov truplar arbeiðsumstøður eru orsøk til, at lærari gerst sjúkur við strongd. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

22.07.2021

Tíverri kemur tað fyri, at lærarar verða raktir av stongd. Tað er ymiskt hjá okkum øllum, hví henda støðan kann uppstanda. Felags fyri tey, ið gerast sjúk av strongd, er tó, at tað kann vera trupult at koma aftur til arbeiðis. Samfelagið hevur tørv á, at vit eru til arbeiðis. Um vit gerast ov sjúk av strongd, kann tað føra við sær, at vit heilt ella partvís detta út av arbeiðmarknaðinum.

Strongd tekur tíð, ofta langa tíð. Danska lærararfelagið hevur gjørt eina mannagongd fyri, hvussu tey, ið eru rakt at strongd, koma best møguligt aftur til arbeiðis. Tíverri eru vit ikki komin líka langt við hesum arbeiðinum í Føroyum. Tí hevur skúlaleiðarin stóra ávirkan á og ábyrgd av, hvussu leiðin hjá læraranum, sum er raktur av strongd, og sum kemur aftur til arbeiðis, verður, og í hvønn mun tað hepnast.

Tað er ymiskt, í hvussu stóran mun leiðslur viðganga, at ov tung arbeiðsuppgáva ella ov truplar arbeiðsumstøður eru orsøk til, at lærari gerst sjúkur við strongd. Eisini er tað ymiskt, hvussu leiðslur stuðla lærarum aftur til arbeiðis. Av tí at ongin mannagongd er á økinum, verður tað leiðslan á staðnum, sum ger av, hvussu lærarin kemur aftur til arbeiðis. Sum støðan er, er tað stórur munur á, í hvønn mun leiðslur stuðla lærarum, og undir hvørjum umstøðum lærarar koma aftur til arbeiðis.

Í donsku mannagongdunum síggja vit, at dentur verður lagdur á, at lærarin kemur varliga aftur til arbeiðis. Fyrst ein dag um vikuna, síðan tveir og soleiðis økist arbeiðstíðin, samsvarandi tí, ið lærarin megnar. Eisini kann tað hava týdning, at lærarin ikki kemur aftur í somu umstøður, sum hann er sjúkraskrivaður frá, eitt nú við at hann kann fáa aðrar arbeiðsuppgávur. Kanska sum tvílærari ella annað, sum lærarin metir seg klára.

Av tí at vit ikki hava líknandi mannagongdir sum tær í Danmark, er tað ómetaliga ymiskt, hvussu lærarar við strongd verða møttir, og í hvussu stóran ella lítlan mun teir verða hjálptir aftur til arbeiðis. Tað eru leiðslur, ið gera eitt stórt arbeiði við at leggja nýtt skema, finna øðrvísi uppgávur og annað til læraran, so hann fær so góðan stuðul, sum til ber. Tær eiga stóra tøkk fyri tað.

Tá vit síggja, at talið av lærarum, ið verða raktir av strongd, økist, gerst tað alt meiri umráðandi, at vit fáa eina mannagongd at stuðla honum best møguligt. Bæði fyri at leiðslan veit, hvussu hon eigur at handfara sjúkraskrivingina, og fyri at lærarin kennir seg tryggan í truplu støðuni, hann er komin í.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.