Tíðindi

Temjið trongdina at rætta børn, tá tey læra at lesa

Tað er sera umráðandi, at foreldur, sum hava børn, ið eru í ferð við at læra at lesa, at tey temja trongdina at rætta barnið. Tey eiga í staðin at hugsa: Bíða, stuðla og viðurkenn

20. september 2019

Sambært Louise Rønberg, sum er adjunktur og lærari á lesivegleiðaraútbúgvingini fyri grundskúlan á UCC, er tað sera umráðandi, at foreldur, sum hava børn, ið eru í ferð við at læra at lesa, at tey temja trongdina at rætta barnið. Tey eiga í staðin at hugsa: Bíða, stuðla og viðurkenn. Bíða og gev barninum møguleika at rætta seg sjálvt. Hendir tað ikki, stuðla so heldur við at geva hjálp til sjálvhjálp við eitt nú at siga: ”Hov, royn og hygg at hasum orðinum aftur. Gav tað meining?” Ella: ”Royn at siga fyrsta ljóðið aftur, og les so orðið.” Um barnið eftir nakrar royndir og vegleiðing ikki megnar at avkoda orðið, so gevur tað meining at ”forera” barninum orðið, so tað ikki endar í gitispæli og frustratiónum. Viðurkenn upp á ein góðan máta, at barnið roynir, og so kann lesingin halda fram.

Foreldur kunnu á ymsan hátt motivera barnið at lesa hart heima. Ein háttur er kórlesing, har barnið fær stuðul við at lesa tekstin í kóri saman við einum vaksnum. Ein annar háttur er dukalesing, har barnið og ein vaksin skiftast um at lesa, og har barnið dukar í borðið, tá ið tað vil lesa. Hjá summum børnum er hetta ein stuttligur máti at lesa.

- Foreldur kunnu eisini brúka ein hátt, sum eg kalli bamsulesing; hetta er ein háttur hjá børnum at lesa uttan at tey vaksnu blanda seg uppí. Tað er ikki altíð so hugaligt at lesa, meðan foreldur vaka yvir hvørjum orði. Børn kunnu tí í staðin lesa hart fyri bamsunum, kelidýrinum ella køliskápinum; á henda hátt fáa tey venjing við at lurta eftir, hvussu tey sjálv lesa. Eisini ber til at lesa við at taka tíð, tað økir um hugin at lesa hjá summum. Hetta verður gjørt við, at sami tekstur verður lisin aftur og aftur, og at tíð verður tikin hvørja ferð. Flest børn gera stór framstig á henda hátt og fáa soleiðis hug at gera enn fleiri framstig við at lesa meiri, sigur Louise Rønberg.

Í eini tíð, har børn verða undirdíkt við myndum og myndafrásøgnum frá tí tey eru heilt lítil, er tað umráðandi ikki at gloyma at styrkja ímyndingarevnini hjá børnum og evnini at ímynda sær tað, tey lesa. Skalt tú fáa væl burtur úr, krevur tað, at tú venur teg við at lurta og at gera tær myndir í høvdinum av tí, sum tú lesur um.

- Um børn siga, at tað er keðiligt at lesa, er tað ein máti at siga, at teksturin ikki gevur meining. Fatanin av tí lisna kemur ikki altíð í kjalarvørrinum á góðari avkoding. Tað krevur, at tú aktivt hugsar um at fáa samanhang í tað, sum tú lesur. Øll børn hava ikki nóg nógva venjing í at lesa hart heima ella at tosa nógv við foreldur síni. Hetta kann vera ein forðing fyri at uppliva og skilja ein tekst, og tað kann ganga út yvir lesihugin.

Í byrjanini er tað serliga førleikarnir at avkoda og ikki ímyndingarevnini, sum seta mørk fyri, hvat tú sum lesari fært burtur úr at lesa ein tekst einsamallur. Tí er tað avgerandi, at tekstir, sum hava til endamáls at geva børnum lesivenjing, geva teimum møguleikar at brúka spírandi førleikarnar at avkoda tekst. Líka so umráðandi er tað, at børn samstundis verða stimbrað í ímyndingarevnunum og orðfeingium við at lurta og tosa um tekstir, sum eru á hægri torleikastigi enn teir tekstir, sum tey sjálv megna at lesa, sigur Louise Rønberg.

5 RÁÐ SUM KVEIKJA LESIHUGIN HJÁ YNGSTU LESARUNUM

1. ROYNIÐ Í STØRST MØGULIGAN MUN AT GERA LESINGINA TIL EINA GÓÐA UPPLIVING.

– Børn skulu hava kensluna av, at teir hættirnir, sum tey hava lært at brúka til at læra at lesa orð, rigga. Tí er tað eitt gott hugskot, at fyrstu tekstirnir, sum børn lesa fyri at venja, hava nógv ljóðrøtt og ljóðløtt orð.

2. LATIÐ IKKI TEY YNGSTU LESA EINSAMØLL.

Lat børn í staðin lesa hart fyri hvørjum øðrum, fyri læraranum, fyri foreldrunum, fyri systkjunum ella bamsunum heima. Tað fremur evnini at avkoda orð og fyri at vita, um lesingin gevur meining.

3. STUÐLIÐ BØRNUNUM Í AT META UM, UM EIN TEKSTUR ER HÓSKANDI Í TORLEIKASTIGI.

Fyri at meta um tað kunnu tit brúka fimmfingraregluna: Um tað er fimm orð á eini síðu, sum barnið ikki megnar at lesa ella skilja, so er teksturin ov trupul.

4. STUÐLIÐ FORELDRUNUM AT HJÁLPA BØRNUM SÍNUM AT LESA.

Greiðið foreldrum frá ymsum háttum at hjálpa børnunum á glið í lesingini, og greiðið teimum frá strategiini: Bíða, stuðla og viðurkenn.

5. LESIÐ FYRI NÆMINGUM TÍNUM – BÆÐI TEIM YNGSTU OG TEIM ELSTU.

Tú kanst vera ein góð fyrimynd fyri næmingar tínar við at lesa fyri teimum og vísa teimum á góðar bøkur og góðar bókaupplivingar. Tað kann vera ein góður máti at styrkja ímyndingarevnini hjá børnunum umframt orðfeingið. Tað er gott hugskot at lesa fyri smærri heldur enn størri bólkum, har tað er betri møguleiki at skifta orð um tað, sum verður lisið, um orð og søgugongd. Tað kann eisini vera ein fyrimunur fyri tey børn, sum hava ilt við at skapa egnar myndir í høvdinum.

Kelda: blivklog.dk

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.