Tíðindi

Telefonin órógvar: – Ungfólk ilt við at savna seg um langar tekstir

Tað kann vera ringt at savna seg um okkurt ávíst, til dømis at kava niður í ein langan tekst og lesa leingi, uttan at verða avbrotin av eitt nú telefonini.

15.10.2021

Skúlaárið er komið væl í gongd, og tíðin er búgvin at geva næmingum og lesandi tekstir at lesa, eisini langar tekstir. Men rundan um tey lesandi eru hópin av talgildum freistingum og tíðartjóvum.

Marte Blikstad-Balas, professari í norskari frálærufrøði við Universitetið í Oslo, er av og í lesisalum. Har eygleiðir hon tey lesandi verða burturhugað av telefonini, og tað – viðgongur hon – verður hon sjálv eisini.

– Tað er umráðandi at skilja ímillum at steðga á í arbeiðinum, og tá arbeiði og steðgur flóta saman, tí at okkurt hendir á telefonini, sigur hon.

Lesing krevur ein innsats

– At gerast hugsavnað og at halda fast við at verða hugsavnað til at lesa langar tekstir, krevur, at tú gert ein innsats, sigur Kari Spjeldnæs.

Hon hevur skrivað bókina, Lese. En liten bok om de store opplevelsene og granskar í lesing og talgilding við Høyskolen Kristiania. Spjeldnæs óttast fyri, at virðið á lesingini verður avmarkað til nakað, tú gert fyri at slappa av, tá ið tað – sambært henni – eisini er eitt arbeiði.

– Tú kanst hugsa um tað soleiðis, at tú hevur runnið ein túr úti í náttúruni ella gjørt okkurt annað, sum krevur eitt sindur av tær. Vit skulu ikki lata sum um, at lesing ikki kostar okkum nakað, undirstrikar hon.

Heilin skal “til arbeiðis”, tá ið vit lesa, og tað gagnar okkum, um vit tilvitað seta mark ímillum at kava niður í fakbókmentir og talgilda veruleikaflýggjan.

Gransking bendir á, at talgild avbrot eru vanaelvandi. Men hóast tað ljóðar løgið, so er heilin forritaður til at vænta at verða avbrotin.

– Tað sýnist kanska, sum einki er at gera, men soleiðis er als ikki. Hetta er nakað, vit sjálv kunnu hava tamarhald á. Tað snýr seg um at seta sær fyri at lesa leingi í senn.

Verri avrik í lesing

Sambært Blikstad-Balas er tað trupult hjá ungfólki í dag at savna seg um at lesa tvær síður av longum teksti, júst tí vit verða avbrotin so ofta. Hon vísir til síðstu PISA-kanningina frá 2018, sum vísir, at avrikið hjá norskum næmingum í lesing er versnað, samanborið við kanningina frá 2015.

Hóast bæði Blikstad-Balas og Spjeldnæs vísa á alt tað positiva, tú fært burtur úr at liva teg inn í eitt fiktivt univers í eini skaldsøgu, eru tey upptikin av, at lesiløturnar kunnu vera stuttar.

– Tað, sum hevur týdning, er, at tú lesur, sigur Spjeldnæs.

Sambært PISA-kanningini frá 2018 kláraðu næmingar, sum sóu seg sjálvar sum lesarar, seg betur samanborið við teir, sum ikki sóu seg sum lesarar. Treytin fyri at kunna síggja seg sum lesari er, at tú lesur í minsta lagi 30 minuttir um dagin hvønn dag. Og hetta, heldur Blikstad-Balas, er nakað, ið øll eiga at klára.

– Eg haldi, at nógv undirmeta, hvussu lítið skal til fyri at síggja seg sjálvan sum lesara, sigur lesigranskarin.

Truplari at vera lesandi í dag

Til spurningin, um tað er truplari at vera lesandi í eini tíð við talgildum avbrotum, enn tá Kari Spjeldnæs sjálv var lesandi, er hon ikki í iva:

– Tað eri eg sannførd um, at tað er.

Men hóast uppmerksemið hjá teimum lesandi er undir trýsti av talgildum avbrotum, mugu tey góðtaka treytirnar at vera lesandi. Blikstad-Balas heldur, at universitetini og aðrir útbúgvingarstovnar ikki eiga at geva seg fyri trýstinum og bara lata lesandi lesa stuttar tekstir.

– Tað er umráðandi at varðveita evnini at lesa ein samanhangandi tekst, sum telur fleiri hundrað síður. Ikki minst um tað er tann besta grundleggjandi kunningin um eitt evni, tú skalt duga, undirstrikar hon.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.