Tíðindi

Teldutøk protokoll

Tá vit leggja nógva orku í at útvinna skipanir, so má eitt av fyrstu endamálunum vera, at hendan skipan er betri enn tann undanfarna. Møguliga er teldutøka skrásetingin betri í onkrum smálutum, men í gerandisbrúki er hetta ikki besta loysnin. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

19.01.2022

Skúlin hevur altíð skrásett uppmøting í skúlanum. Flestu okkara minnast væl bláu protokollirnar, sum vóru í hvørjari skúlastovu. Á fleiri skúlum verður bláa protokollin framvegis brúkt, kanska serliga til lægru flokkarnar, ímeðan tøknilig skráseting er við at fáa takið í eldru flokkunum.

Tað eru nógvar ymiskar orsøkir, sum gera, at næmingar eru burtur frá skúla. Síðstu árini hevur verið frammi, at næmingar, sum hava trupult við at møta í skúla yvirhøvur, tað ið nevnt verður skúlaaftran, tíðliga í skúlatíðini hava eitt fráverumynstur. Hjá hesum næmingum kann tað hava avgerandi týdning, at skúlin fær eyga á hesa fráveruna tíðliga. Tí er ein góð skipan fyri skráseting av fráveru hjá næmingunum týdningarmikil.

Við nýggju tøknimøguleikunum eru fleiri skúlar farnir at nýta telduskipanina Kervi til at skráseta fráveruna hjá næmingunum. Tankin er helst, at hetta skal vera lættari at arbeiða við, og lættari at fáa ymiskar upplýsingar burtur úr skipanini aftur. Hetta er tó ikki uttan avbjóðingar. Eitt nú eru skúlar farnir at brúka eina telduskipan, sum eru í menning. Hetta er fyrsta avbjóðingin. Tá skipanin ikki er fult ment, eru nakrir hentleikar, ið ein hevur tørv á, ikki tøkir í skipanini, samstundis, sum skipanin er í broyting, har bæði snið og nýtsla kann skifta og órógva arbeiðsgongdina hjá læraranum.

Eitt eru skipanirnar, eitt annað er hentleikin við teimum. Tá vit leggja nógva orku í at útvinna skipanir, so má eitt av fyrstu endamálunum vera, at hendan skipan er betri enn tann undanfarna. Møguliga er teldutøka skrásetingin betri í onkrum smálutum, men í gerandisbrúki er hetta ikki besta loysnin. Fleiri lærarar vísa á, at hetta tekur longri tíð enn bláa protokollin. Teldan skal takast fram, tendrast og finna net, áðrenn skrásetingin kann byrja. Um hetta einans var fyrst á morgni, so var ikki so nógv at havast at, men lærari skal skráseta tíma fyri tíma. Hetta ger, at teldan skal takast fram, finna net og skipan fyri síðan at skráseta. Er onkur næmingur ikki komin til tíman til tíðina, órógvar hetta tíman óneyðugt, tí umframt at næmingurin kemur inn, so verður tímin eisini avbrotin við skráseting, sum tekur nógv longri tíð enn áður.

Tað er ymiskt, hvussu skúlar hava skipað teldutøknina sum arbeiðsamboð hjá lærarunum. Á onkrum skúlum er telda inni á hvørjari floksstovu. Her tekur tað eitt vet styttri tíð at koma inn á skrásetingarnar. Í øðrum skúlum er ongin telda er í floksstovuni, og lærarin hevur tí telduna við sær, og her fer nakað meiri av tíð til skráseting. Tá skal lærarin aftur og aftur taka telduna fram, fáa samband osfr. fyri hvønn tíma. Hetta tekur tíð. Tíð, sum nú má brúkast at fáa tøknina at rigga, og sum fer frá undirvísingini og frá næmingunum.

Tað hevur týdning, at skrásetingarskipanir eru so smidligar sum til ber. Tað hevur verið víst á, at appir eru til fartelefonina og teldil, sum ger tað smidligari at nýta skrásetingarskipanirnar. Um vit eiga at nýta hesa loysnina, so eiga lærarar at hava hesi amboð tøk til arbeiðið frá arbeiðsgevaranum. Tað kann til tíðir tykjast, sum at vit velja teldutøkar loysnir, uttan at hava viðgjørt, hvørt hetta er gagnligt fyri endamálið við arbeiðinum. Eitt nú er tað als ikki líka einfalt at fáa eitt skjótt yvirlit yvir uppmøting hjá einstaka næminginum í nýggju skipanunum. Helst er ætlanin, at hetta skal vera ein betri loysn enn bláa protokollin, men sum er virkar skipanin ikki eftir ætlan.

Tað er ongin loyna, at rokniarkið á telduni telur skjótari saman enn manuelt arbeiði, serliga tá blaðast skal aftur og fram í eini bók. Men tá støðan millum annað er tann, at tað tekur nógva tíð at skráseta í skipanini, er trupult at fáa tey yvirlit, einum tørvar. Ofta mangla røttu amboðini til at útføra arbeiðið smidliga, so kann tað sýnast sum, at man hevur valt teldutøkni fyrst av øllum, heldur enn at hugsa um hentleikar og gagn.

Tá nýggir arbeiðshættir og amboð skulu takast í nýtslu, so eigur hetta at betra tað verandi. Vit liva í eini tíð, har telda nærum altíð verður tikin fram um pappír, men tá vit hyggja at skráseting av uppmøting hjá næmingum í skúlanum, so er telduskipanin enn ikki betri enn góða gamla bláa bókin. Hugsanin er helst, at hetta kemur við tíðini, men tað er alt ov ørkymlandi at arbeiða við skipanum, ið ikki eru fult mentar. Tí eiga vit ikki at seta skipanir í verk, sum ikki eru klárar. Tað ørkymlar og elvir til  ónøgd, tá arbeiðið gerst truplari, og vinningurin minkar, bara fyri at flyta til eina talgilda loysn.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.