Tíðindi

Tað trupla og avbjóðandi fyrsta árið

Ein sannroynd er, at fyrsta árið sum lærari er vanliga eitt trupult ár, og tí eigur nýútbúni lærarin at fáa góðar og hóskandi arbeiðsumstøður. Carl Eli N. Samuelsen, skrivari Føroya Lærarafelags, skrivar

20.10.2017

Tað fer ivaleyst altíð at vera soleiðis, at tú sum lærari fert at uppliva flokkar, har arbeiðslagið og arbeiðsfriðurin er á ónøktandi støði. Allir lærarar kenna til hesa støðu. Samstundis sum hetta er veruleiki, er so mangt annað at takast við og loysa hjá lærarum.

Serliga torført og stundum ørkymlandi kann ein slík støða vera fyri ein nýútbúnan lærara, ið er spentur at sleppa at oysa út við fakligum lærdómi, men sum nú fyri tað mesta má takast við aðrar avbjóðingar. Orkan tykist mangan at ganga undan, áðrenn árið er hálvrunnið.

Umstøðurnar eiga at verða bøttar
Sum heild eru umstøðurnar hjá nýútbúnum lærarum betraðar seinastu árini, tí nú fær eitt akkersfólk tillutað 40 tímar í virksemisætlanina fyri at vera stuðul og vegleiðari hjá nýútbúnum lærara.

Men vit ynskja, at nýútbúni lærarin eisini fær ein niðurskurð fyrsta árið, tí vit kunnu øll sanna, at fyrsta árið sum lærari er vanliga sera avbjóðandi og orkutungt. Eitt nú kundi ein tími um vikuna í niðurskurði verið ein byrjan at gera fyrsta árið lagaligari hjá nýútbúnum lærara. Sostatt verður meira orka til vegleiðing, fyrireiking og annað samstarv við akkersfólkið.

Strembanin eftir góða arbeiðslagnum
Hvussu vit arbeiða við at fáa eitt gott arbeiðslag í einum flokki – eina góða floksmentan – er ymiskt frá lærara til lærara. Í hesum sambandi er júst skipanin við akkersfólki góð, tí akkersfólkið hevur umstøður (og ábyrgd av) at hjálpa einum nýggjum lærara við hentum fakligum og námsfrøðiligum ráðum.

Leiðslur eiga at hugsa væl um, hvørji starvsfólk hóska seg best sum akkersfólk, tí uppgávan skal takast í álvara. Vandi er fyri, at lærarar brenna ov skjótt út, um teir ikki fáa hóskandi stuðul og vegleiðing. Eisini eigur Læraraskúlin at kunna lesandi um skipanina við akkersfólki.  

Tann persónliga undirvísingin
Eg haldi, at ein týðandi partur og møgulig loysn til sjálvur at trívast og fáa eina góða floksmentan er, at tú sum lærari “brúkar teg sjálvan” í undirvísingini og í samskiftinum. Ert opin, letur upp fyri egnum lívi og upplivingum og torir at vera sannur framman fyri flokkinum.

Havi upplivað (bæði á Barnaheiminum, har eg havi arbeitt, og sum lærari í fólkaskúlanum), at tú øgiliga skjótt fært uppmerksemi og virðing frá næmingunum, tá ið tú greiðir frá viðurskiftum innan ymisk øki, har tú kanska á ein sømiligan hátt sigur tína persónligu hugsan um eitt evni. Eisini um tey sokallaðu etisku evnini. Soleiðis fært tú eitt meira menniskjaligt samskifti og samband við næmingarnar.
Tey tora tá eisini betur at lata seg upp fyri tær og fyri flokkinum, og úrslitið er eitt sunt samskifti og harvið oftani eisini eitt gott arbeiðsumhvørvi og betri trivnaður í flokkinum. Helst verður tú eisini meira virdur sum lærari.

Opinleiki báðar vegir kann – umframt at betra um samveru og samskifti – eisini skapa ein góðan flokk, sum kann arbeiða væl í skúlanum, og sum trívist saman innan og uttan fyri skúlans veggir.

Vónandi hava allir nýútbúnir lærarar í hesum skúlaári fingið eina góða arbeiðsbyrjan við akkersfólki sum hollum stuðli.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.