Tíðindi

Tað hevur týdning, at børn duga at kjakast

- Vit koma sjáldan á tað stig í fólkaskúlanum, at vit spyrja børnini, um ein grundgeving er haldgóð, og hví hon er tað. Børnini skulu eisini læra at orða grundgevingar og føra sín boðskap fram, og tað kann fólkaskúlin tryggja við einum fakligum ískoyti, sigur Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki

20.05.2019

Í almenna rúminum kunnu vit hoyra nógv ymisk uppáhald um sama evni, og meiningarnar um ástøðini um lívsins stóru spurningar eru nógvar í tali. Fyri at grundgeva fyri sínum sjónarmiði verða ymsar retoriskar snildir ofta brúktar fyri at sannføra mótpartin um, hvat sjónarmið er tað rætta.

Í hesum sambandi er tað er av áhuga, at fólkaskúlanæmingar læra at gjøgnumskoða, hvørji kynstur eru upp á spæl, heldur Jógvan D. Hansen. Eitt argument er galdandi, um tað er logiskt samsvar millum fyritreyt og niðurstøðu; Jógvan D. Hansen heldur, at tað er neyðugt hjá børnum at duga at skyna á, nær eitt argument er galdandi ella ógildigt.

- Tað mest grundleggjandi eigur at vera, at børnini kunnu fáa nøkur amboð, sum læra tey at skyna á, hvørjar grundgevingarnar eru fyri tí, sum tey hoyra. Tá man fær kunning frá miðlunum og alnetinum, skal man duga at meta um, hvørt grundgevingarnar eru haldgóðar. Um tær ikki eru tað, hevur tað týdning at duga at skyna á, hvar ketan loypur av, og síggja, hví grundgevingin, sum kanska sær røtt út, ikki er røtt kortini, sigur hann.

Jógvan D. Hansen heldur, at tann besti mátin at tryggja børnunum hesar førleikarnar uppá, er at flætta argumentatión inn í fólkaskúlarnar og læra næmingarnar at greina tekstir út frá einum argumentatoriskum sjónarhorni. Tað kann skipast soleiðis, at lærararnir geva næmingunum nøkur ítøkilig dømi úr tekstum í føroyskum, donskum, samfelagsfrøði ella átrúnaði, sum næmingarnir so skulu seta seg inn í og arbeiða við.

- Fyrst ræður tað um at finna út av, hvat uppáhaldið í tekstinum er. Her kann man spyrja næmingarnar, hvørjar grundgevingar eru fyri hesum ávísa uppáhaldinum og síðan fáa teir at meta um hetta. Um grundgevingin ikki er galdandi, má man spyrja, hvat tað so er, sum gongur galið, sigur Jógvan D. Hansen.

Hann heldur tað vera eina gongda leið at byrja við onkrum løttum venjinum og síðan at hækka stigið seinni í tilgongdini. Hann hevur tó onga greiða meining um, hvussu langt niður í skúlaflokkarnar læran um argumentatión kann fevna um. Ein møguleiki er at skipa tað sum eitt tvørfakligt íkast, har man í ymsu lærugreinunum eggjar næmingunum at seta spurnartekn við til dømis samfelagsskipanir og átrúnað, heldur Jógvan D. Hansen.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2019

Savnsmynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.