Tíðindi

Tað byrjar við góða læraranum

Vit hava øll ymisk áhugamál, ymiskar arbeiðshættir, ymisk sinnaløg og mangt annað, ið myndar okkum sum lærarar. Jona Højsted, kassameistari Føroya Lærarafelags, skrivar

24.08.2020

Í 2007 vann Johannes Anyuru svensku virðislønina, Augustpriset. Johannes Anyuru fekk virðisløn í bólkinum fagurbókmentir. Í síni takkartalu takkaði hann lærarum sínum í svenskum og filosofi. Hetta legði svenska Lærararfelagið til merkis og fór eftir hetta undir átøk at vísa á týdningin av lærarayrkinum. Síðan 2007 hevur svenska Lærararfelagið gjørt stuttfilmar fyri at vísa á lærarayrkið.

Fyri fleiri árum síðani sat eg og tosaði við ein eldri lærara. Tosið kom inn á skúla, skúlaskap og læraraarbeiðið sum heild. Tosið datt spakuliga inn á, hvat ein góður lærari er. Lærarayrkið broytist við tíðini. Innihaldið í arbeiðinum er ikki tað sama í dag, sum tað var í 1960. Hóast hesar broytingar var hesin fráfarni lærarin ikki í iva: ”Næmingar hava brúk fyri at møta øllum sløgum av lærarum.” Eg gjørdi mær ikki størri far um hetta, men á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag datt hetta fram fyri meg, tá eg stóð og hugdi at merkinum, ið felagið hevur frammi til flest øll tiltøk. ”Tað byrjar við góða læraranum”. Kanska er tað so, at allir lærarar eru góðir, ella hvat mundi hann meina við?

Vit hava øll ymisk áhugamál, ymiskar arbeiðshættir, ymisk sinnaløg og mangt annað, ið myndar okkum sum lærarar. Skúlaleiðslur seta flokstoymi saman við ymiskum fakum, og til tíðir eisini lærarar við ymiskum tilgongdum. Sjálv dámar mær best, tá tað ber til at arbeiða kannandi og praktiskt, og ofta kann hetta gerast eitt sindur lívligt. Hjá lærara, ið er meiri bókligur, kann hetta sýnast fløkjasligt, og fyri meg, sum trívist væl í hesum, kann friðarligt bókligt arbeiði sýnast keðiligt. Sjálvsagt eru næmingar eins ymiskir og lærarar. Kanska er enn størri munur á næmingum, enn tað er á lærarum. Vit hava hóast alt lærarayrkið í felag.

Skulu næmingar hava møguleika at finna egnar styrkir, so hevur tað týdning, at teir royna at arbeiða so fjølbroytt sum møguligt. Hetta letur seg lættliga gera, tá lærarar í einum flokstoymi eru ymiskir. Hóast ymiska tilgongd til skúla og skúlaskap, og hóast næmingar hava gagn av at møta øllum sløgum av lærarum, er eitt, ið má vera felags fyri allar lærarar, og tað er, at teir vísa næminginum áhuga.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.