Tíðindi

Tað ber ikki til at tvíhalda um ein ávísan leist

- Vit fara ongantíð at finna ta fullkomnu javnvágina, tíansheldur ta fullkomnu lóggávuna um læraraútbúgving, sum ikki verður neyðug at eftirmeta og broyta aftur um nøkur ár. Tað kann tykjast órógvandi, men eg haldi ikki, at vit skulu síggja hetta sum ein trupulleika. Veruleikin er dynamiskur og broytist alla tíðina. Kynstrið er at laga seg broytta veruleikan, sigur Jóannes Hansen, seinasti rektari á Føroya Læraraskúla

01.12.2020

Hann varð settur í starv við tí endamáli at taka av skúlan, ið hann stjórnaði, og skipa útbúgvingarnar og innihaldið av nýggjum undir Fróðskaparsetri Føroya. Hóast uppgávan var ríkiliga stór, avbjóðingarnar nógvar og knútar at loysa fleiri, eydnaðist tað at greiða setningin. Jóannes Hansen gjørdist seinasti rektari á Føroya Læraraskúla og flutti skúlan inn í framtíðina

Uppgávan var stór og setningurin bundin og púra greiður. Hann skuldi flyta aldargamla og søguríka Føroya Læraraskúla og útbúgvingarnar á stovninum inn í framtíðina. Hann skuldi fyrireika og leggja til rættis arbeiðið at leggja stovnin undir lærda háskúla føroyinga, Fróðskaparsetur Føroya. Jóannes Hansen var rektari á Føroya Læraraskúla í fimm ár, frá 1. juli 2006 til skeiðið var runnið 31. juli 2011. Eitt tíðarskeið, sum neyvan man hava sín líka í søgu Føroya Læraraskúla.             

Jóannes Hansen heldur, at tað er skilagott javnan at eftirmeta lærara- og pedagogútbúgvingarnar.

- Um tað ikki stóð í samgonguskjalinum, høvdu vit havt allar orsøkir til at rópa varskó, sigur hann.

Hann heldur, at tað er í grundini púra natúrligt at eftirmeta og endurskoða læraraútbúgvingina við jøvnum millumbilum, tí veruleikin í samfelagnum og harvið innan skúlagátt broytist og mennist alla tíðina. Tí má eisini útbúgvingin fylgja við tíðini.

- Tað ræður um at vera til reiðar, fylgja við menningini og finna røttu javnvágina. Men tá ið vit halda okkum hava funnið javnvágina, broytist veruleikin framvegis og av nýggjum, og vit mugu finna fram til aðra javnvág. Soleiðis broytist veruleikin alla tíðina, og vit mugu fylgja við. Gera vit ikki tað, verða vit afturúrsigld. Tí er tað mítt grundleggjandi sjónarmið, at tað ber ikki til at tvíhalda um ein ávísan leist. Vit fara ongantíð at finna ta fullkomnu javnvágina, tíansheldur ta fullkomnu lóggávuna um læraraútbúgving, sum ikki verður neyðug at eftirmeta og broyta aftur um nøkur ár. Tað kann tykjast órógvandi, men eg haldi ikki, at vit skulu síggja hetta sum ein trupulleika. Veruleikin er dynamiskur og broytist alla tíðina. Kynstrið er at laga seg broytta veruleikan, sigur Jóannes.

Brot úr drúgvari samrøðu; les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2020, sum kom út fyrst í oktober.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.