Tíðindi

Talgildisbúgving eigur at vera ein størri partur av fólkaskúlanum

- Tá ið samfelagið er so talgilt sum tað er, og næmingarnir skulu verða mentir til dagsins samfelag, eigur fólkaskúlalógin eisini at fata um talgildisbúgving. Tað er umráðandi, at foreldur og lærarar standa saman um hesa uppgávuna, tí skúlin eigur hana ikki einsamallur, siga Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen, sum hava skrivað bachelorritgerð á Námsvísindadeildini um, hvussu sosialir miðlar kunnu verða brúktir í undirvísing

14.10.2019

Talgildisbúgving, tað, sum eisini verður rópt talgilt dannilsi, er enn ikki skrivað inn í námsætlanirnar, hóast tað er komið inn í skúlan úr ymsum heraðshornum, eitt nú gjøgnum SSP. Hvørt tað er ein spurningur, um lærarar onkursvegna renna undan uppgávuni at talgildisbúgva næmingar, ella um tað heldur er, at teir ikki hava nóg nógva vitan um, hvussu henda uppgávan eigur at verða útint, kemur fram í svarunum frá teimum lærarunum, ið Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen hava tosað við í sambandi við ritgerð um, hvussu sosialir miðlar kunnu verða brúktir í undirvísing. Talan er um bachelorritgerð á Námsvísindadeildini.

- Nærum allir lærararnir, vit vóru í sambandi við, vístu til SSP og tilfarið, sum SSP hevur framleitt um talgildisbúgving. Bara ein lærari segði seg gera nakað við at talgildisbúgva næmingar. Sostatt kunnu vit útleiða, at lærarar taka frástøðu frá hesi uppgávuni. Í fólkaskúlalógini stendur annars, at uppgávan hjá fólkaskúlanum er at danna næmingarnar. Tá ið samfelagið er so talgilt sum tað er, og næmingarnir skulu verða mentir til dagsins samfelag, eigur fólkaskúlalógin eisini at fata um talgildisbúgving. Tað er umráðandi, at foreldur og lærarar standa saman um hesa uppgávuna, tí skúlin eigur hana ikki einsamallur. Heim og skúli mugu tosa við børnini um, hvussu tey møta talgilda heiminum, umframt fyrireika tey til eina framtíð, har tey megna at bera seg at á ein ábyrgdarfullan hátt á netinum. Bara at seta forboð er eingin varandi loysn. Sosialu miðlarnir og fartelefontøknin eru komin fyri at vera. Tí snýr tað seg um at skapa karmar og greiðar reglur fyri, hvat vit loyva í skúlunum og frítíðini. Talgildisbúgving er ein grundleggjandi fortreyt fyri at brúka sosialu miðlarnar í undirvísingini, sigur Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen.

Tað hevur skund at seta talgildisbúgving inn í námsætlanirnar, halda Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen, tí hetta er eitt álvarsmál.

- Lívið hjá næmingum á talgildu miðlunum kann lættliga koma inn í skúlarnar; hava næmingar til dømis ikki borið seg rætt at á sosialu miðlunum, kann tað ávirka skúlagongdina, og trupulleikar kunnu koma í. So hóast tað, sum er farið fram, er farið fram í frítíðini hjá næmingunum, kann lærarin verða noyddur at taka tað upp í skúlanum, tí tað hevur so stóra ávirkan. Teir fáa kanska ikki hugsavnað seg og eru kanska keddir. Tað er ikki altíð lætt hjá læraranum at taka dagar ímillum, hvat er hent ella at síggja tað, sum fer fram, men er lærarin tilvitaður um hetta og árvakin, so sær hann, hvat gongur fyri seg.

Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen halda ikki, at talgildisbúgvingin eittans skal vera ein uppgáva fyri SSP.

- SSP ger eitt gott arbeiði, men tað er ikki nóg mikið. Talgildisbúgving eigur at vera ein størri partur av fólkaskúlanum, og fólkaskúlalógin og námsætlanirnar eiga at verða dagførd, soleiðis at tær eisini fata um tað. Sum er sparka vit bara bóltin frá okkum. Vit hava sæð dømi uttanlands, har næmingar eru komnir illa fyri, tí teir ikki duga at bera seg at á sosialu miðlunum. Hetta eru lagnur, vit tosa um. Næmingarnir eru so stóran part av degnum í skúla, part av hesi tíðini eru teir á sosialu miðlunum, um skúlin loyvir tí ella ei, og tí er sera umráðandi, at teit læra at bera seg virðiliga og sømiliga at á hesum miðlunum.

At talgildisbúgving ikki rættiliga er komin inn um skúlagátt, er tekn um, at hetta eru viðurskifti, sum myndugleikarnir halda liggja uttan fyri skúlan.

- Tað er sera óheppið, tí í og við at talgildu miðlarnir bæði beinleiðis og óbeinleiðis eru partur av skúlanum, má tað vera skúlans uppgáva at vegleiða næmingarnar í hesum miðlunum. Vansin við ikki at taka á seg hesa uppgávuna er, at næmingar ikki vita, hvussu teir eiga at bera seg at á sosialu miðlunum, bæði tá ið talan er um at leggja út upplýsingar og myndir av sær sjálvum og eisini í atburði mótvegis øðrum. Tey eru ikki nóg tilvitað um, hvørjar avleiðingar teirra atburður hevur.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.