Tíðindi/Greinar

7. august 2019

Tað er spennandi at byrja sum nýútbúgvin lærari

Í juni mánaði fingu 26 lærarar prógv frá Námsvísindadeildini. Tað er spennandi hjá teimum nýútbúnu, ið hava verið so heppin at fingið lærarastarv, at byrja at arbeiða sum lærari. Tey nýútbúnu í lærarayrkinum møta so nógvum á fyrsta sinni og skulu finna sítt fótafesti sum undirvísari. Tað er ikki heilt sama avbjóðing at lesa til lærara og at læra seg vera lærari. Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag

Avbjóðingin at byrja sum lærari verður eisini umrødd sum praksissjokkið, tá ið yrkið byrjar eftir lestrartíðina. Fyrstu tíðina í lærarastarvinum eru læraraútbúgvingin og persónligu eginleikarnir tað, ið ein kann hella seg til. Men ein góð hjálp er eisini í starvsfeløgunum. Lærarar eru sum starvsfelagar hjálpsamir, og akkerslæraraskipanin stuðlar eisini, har ein royndur lærari er vegleiðari hjá einum nýútbúnum lærara fyrsta starvsárið.

Í 2012 gjørdi Hans H. Hansen, námslektari á Námsvísindadeildini, kanningina “Aftursvar”. Har svaraðu lærarar, ið vóru útbúnir frá 2007 til 2011 á Føroya Læraraskúla, m.a. um fyrstu tíðina sum lærarar, og hvussu tey fingu brúkt tað, tey høvdu arbeitt við í læraraútbúgvingini í lærarastarvinum.

Í kanningini svaraði eingin, at starvslæra og veruligt læraralív hava nógv til felags, og 48 % av svargevunum søgdu, at starvslæra “í ein ávísan mun” kann samanberast við “at vera lærari”.

Starvslæran er tann parturin av læraraútbúgvingini, har tey lesandi serliga fáa royndir, ið tey kunnu taka við sær í yrkið. Starvslæran er broytt síðan kanningin var gjørd, men mín varhugi er, at støðan er líknandi enn. Her haldi eg, at vit kundu skipað starvslæruna betur, so at tey lesandi fáa meira burtur úr læraraútbúgvingini.

Í starvslærutíðini hevur hvør læraralesandi ein lærara sum vegleiðara í skúlanum. Tað er ymiskt, hvussu hetta arbeiði verður skipað, og misjavnt er, hvat tann lesandi og lærarin siga seg fáa burtur úr. Vit eiga at gera meira burturúr hesi vegleiðingini, til dømis við at tikið skipanina hjá dønum við útbúnum starvslæruvegleiðarum í skúlunum til okkara.

Ein starvslæruvegleiðari er ein lærari við royndum, ið hevur tikið starvslæruvegleiðaraútbúgving. Útbúgvingin er m.a. á UCC í Keypmannahavn og svarar til 10 ECTS-stig. Námsvísindadeildin hevur førleikan at skipa útbúgvingina. Vit áttu at útbúgvið starvslæruvegleiðarar á Námsvísindadeildini til føroysku skúlarnar. Útbúnu vegleiðararnir høvdu fingið betri førleikar at møta tí lesandi í starvslæruni. Vegleiðararnir høvdu eisini fingið betri samband við læraraútbúgvingina og kent ætlanina við starvslæruni betur. Læraraútbúgvingin hevði eisini vunnið við at fáa gott samband við skúlan ígjøgnum vegleiðararnar.

Tað er spenandi at byrja sum lærari, men lopið frá lestrinum til yrkið er ein avbjóðandi tíð. Við útbúnum starvslæruvegleiðarum, hevði útbúgvingin gjørt tey lesandi betur ílatin til lærarastarvið og byrjanina í lærarastarvinum lættari.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan