Tíðindi/Greinar

6. november 2018

Týdningurin og virðið við økisfundunum

Eitt ynski frá nógvum lærarum er, at vit hittast oftari og viðgera skúlamál og framtíðarvisjónir. Økisfundirnir lata upp fyri hesum. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur og virkandi næstformaður, skrivar

Síðan seinast í oktobur hevur nevndin, løgfrøðingur okkara og umboð frá Betri Pensjón verið úti í ymsum økjum kring landið og havt limafund við lærarum og leiðslum. Higartil hava fundirnir verið góðir, konstruktivir og rímiliga vælmannaðir.

Hóast hurðin altíð er opin í okkara húsi í Havnini, og beinleiðis telefonlinjan til formannin eisini er tøk, so ynskja lærarar at hoyrast betur. Somuleiðis ynskir nevndin at síggja lærarar; hoyra um gerandis arbeiðsavbjóðingar; fáa hent ráð; og møguliga loysa knútar lættari í felag.

Ætlanin var at hava økisfundir seinasta vetur, men eitt nú forðaðu sáttmálasamráðingarnar hesum. Eftir summarsteðgin hava vit havt tíð og rúm at fyrireika okkum til at hitta lærarar og leiðslur.

Vit hava havt fyrireikandi fundir við Betri Pensjón, sum eisini er við á fundunum kring landið. Tey hava eina greiða framløgu um tryggingar, eftirløn og váðastøði, sum higartil hevur elvt til gott orðaskifti og viðkomandi spurningar frá lærarum.

Somuleiðis hava tey úr Betri gjørt nakrar framrokningar, sum vísa dømi, hvat ein lærari fær í útgjaldi í eftirløn og øðrum almennum veitingum, tá ið hesin er farin frá vegna aldur. Talan er um framrokningar við ymiskum váðastøði, og tískil eru nógvar óvissur, men vit fáa kortini eina rímiliga greiða hóming av, hvat vit kunnu vænta okkum.

Samskifti er fortreytin

Vit vita, at á fleiri skúlum er samskifti millum leiðslu og lærarar ikki betri enn næstbest. Vit vita somuleiðis, at lærarar ikki eru við at skipa sítt egna virksemi, og enn verri er, at lærarar á summum skúlum ikki fáa sína virksemisætlan í hondina fyrr enn seint á vetri.

Tað er ikki berandi gongd, og hettaelvir til óneyðugt ónøgdsemi á einum arbeiðsplássi. Tískil hava vit á økisfundunum eina framløgu um “Arbeiðstíðina” og lýsa eisini týðandi træðrir úr eitt nú virksemisætlanar-skipanini.

Sjey fundir eru á skránni í oktobur/novembur, og í skrivandi løtu hava vit verið í Sandoy og í Vágum. Í hesari viku er tveir fundir á skránni ávíkavist í Kollafirði og við Løkin.

Álitisfólkaskeið 29.-30. novembur

Okkara 31 álitisfólk kring landið eru forlongdu armar okkara í skúlaverkinum. Vit kunna tey javnan um ymisk viðkomandi skúlamál og ætlanir, sum álitisfólkini síðan kunna lærarar á skúlunum/økjunum um. Nógvar leiðreglur eru tengdar at álitisfólkaskipanini. Eitt nú eru tey til tíðir við í persónsmálum- og tvístøðum á skúlum, og tað er helst tann truplasta uppgávan, eitt álitisfólk kann fáa.

Nevndin ynskir, at okkara álitisfólk er latið væl í til eitt nú hesa uppgávu. Eisini mugu álitisfólkini hava gott innlit í ymiskar løgfrøðiligar vinklar, tá talan er um persónsmál, kunning og tagnaðarskyldu.

Í álitisfólkaskipanini, sum varð dagførd og meira nútímansgjørd við seinastu sáttamálasemjuni við FMR og MMR, stendur m.a., at tveir dagar um árið er skeið fyri álitisfólk. Seinast í novembur verður farið á skeið í Hotel Vágum, har vit ætla at hava eitt innihald, sum er so viðkomandi sum gjørligt, samstundis sum tað letur upp fyri práti millum álitisfólkini og gerandisavbjóðingar hjá teimum sum álitisfólk. 

 

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan