Tíðindi

Tímatalvubyltingarhátturin skapar gott arbeiðslag

Ein arbeiðs- og undirvísingarháttur, ið hevur vunnið meira og meira fram hesi seinnu árini, er tann, sum onkur hevur kallað ”tímatalvubyltingarhátturin” ella bara vikuætlan. Tey, ið nýta henda arbeiðshátt, greiða frá, at hann kann vera eitt sera gott amboð, tá ið ræður um at skapa gott arbeiðslag í flokkum, har júst arbeiðslagið kann vera ein avbjóðing. Eisini hevur tað víst seg, at hátturin leggur upp til, at undirvísingin gerst meira fjøltáttað og forvitnislig hjá næmingunum.

15. oktober 2019

Ein av teimum, sum er farin undir at nýta henda arbeiðshátt, er Guðrun Elttør, lærari í skúlanum við Streymin. Hon greiðir frá, at hon nevnir arbeiðsháttin fleks, tí tað orðið er stutt og snøgt og lýsir væl innihaldið í tí, sum fer fram í skúlastovuni. Guðrun skrivar eisini orðið fleks á tímatalvuna hjá næmingunum. Nú nakað er fráliðið, síðan hon fór undir at nýta henda undirvísingarhátt, letur hon væl at.

Høvuðsíblásturin at arbeiða við fleks fekk eg upprunaliga úr bókini ”UgeskemaRevolutionen”, sum Karina Winther hevur skrivað. Tað, sum serliga vakti mín á áhuga, var, hvussu lagt varð upp til eina fjølbroytta undirvísing, ið ikki var so talvustýrd. Tú kanst býta undirvísingina sundur á ein lættan og rættiliga einfaldan hátt, sum ikki er so ringur at umsita, sigur Guðrun.

- Eg festi eina talvu upp á veggin. Talvan er fyri eina heila viku, og nøvnini á næmingunum standa skrivað niðureftir og ymsu uppgávurnar yvireftir. Lærarin ger av, hvørjir tímar og hvussu nógv tíð, ið nýtt verður til fleks. Næmingarnir arbeiða sjálvstøðugt og við tí ferð, sum hóskar til teirra. Teir gera eisini sjálvir av, hvørjari uppgávu teir hava hug at arbeiða við. Tað er tískil ikki neyðugt at fylgjast, tá uppgávuarbeiði skal gerast.

Men kann tað ikki verða í so nógv at krevja av næmingunum, at teir sjálvir skulu umsita, hvørjum uppgávum teir skulu arbeiða við, og er ikki vandi fyri, at næmingarnir verða líkasælir?

- Jú, tað eigur tú at vera greiður yvir, men mínar royndir eru, at skilabest er at byggja skipanina spakuliga upp. Tað er ikki neyðugt at taka alt í einum. So við og við kanst tú læra næmingarnar at umsita tíðina eitt nú við einari klokku. Lærarin kann t.d. siga, at nú nýta vit tjúgu minuttir til eina ávísa uppgávu, greiðir Guðrun frá.

- Tá næmingurin er liðugur við uppgávuna, hann hevur gjørt, fer hann upp og krossar ta uppgávuna, hann hevur loyst, av á talvuni. Hesin arbeiðshátturin leggur eisini upp til samstarv. Næmingarnir skulu spyrja hvør annan og hjálpa hvør øðrum, tí læring er eisini at greiða øðrum frá tí, tú hevur gjørt. Ofta er tað so, at sleppur tú at greiða øðrum frá tí, tú hevur lært, festir lærdómurin seg betur.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2019, sum júst er komið

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.