Tíðindi/Greinar

7. mai 2019

Tíðin hevur stóran týdning

Økt undirvísingartímatal og lækkað tímatal til samstarv millum lærarar ikki er vegurin fram, um vit ynskja ein góðan fólkaskúla í Føroyum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Á ráðstevnuni, ”Saman flyta vit fjøll”, var eg á verkstovu hjá unga norðmanninum, Mads Johan Øgaard. Mads Johan er orð- og talblindur. Hetta hevur merkt skúlatíð hansara munandi. Tað var serstakliga áhugavert at hoyra hansara søgu og upplivingar frá skúlatíðini. Hann legði dent á, at hansara søga ikki er sambærilig við allar næmingar, ið hava somu avbjóðingar sum hann, men hetta bara var ein lýsing av, hvussu tað kann kennast og upplivast at ganga í skúla, tá ið man er orð- og talblindur.

Mads Johan er ein glaður, ungur maður, ið arbeiðir við at tekna. Hann teknar myndir, bøkur og filmar. Longu tíðliga í skúlatíðini hevði hann stóran hug at tekna, og av tí at hann ikki hevði møguleikar at skriva, vóru tekningar hansara notat, sum hann brúkti. Hann teknaði ikki altíð tað, hann hoyrdi, men hann mintist aftur tað, hann hevði hoyrt, tá hann sá tekningarnar. Soleiðis var tað lættari hjá honum at minnast og fáa tað við sær víðari, sum lærarin hevði greitt frá.

Mads Johan hevur havt nógvar ymiskar lærarar, og upplivingar hansara hava verið ymiskar. Summir lærarar dugdu væl at stuðla honum við skúlaarbeiðinum, ímeðan aðrir ikki skiltu støðu hansara eins væl. Hann dugdi ómetaliga væl við tekningunum at lýsa kensluna, hann hevði, tá hann ikki megnaði tað, sum sýntist at vera so einfalt og lætt hjá floksfeløgunum. Hann hevði kensluna av at vera býttur, og henda kenslan gjørdist sterkari við tíðini.

Mads Johan megnaði á ein erligan og rørandi hátt at siga sína søgu sum skúlanæmingur. Lærararnir, hann hevur havt, fingu ikki allir eins gott skoðsmál. Onkran misti hann sum barn álitið á, ímeðan aðrir ikki skiltu hann nóg væl, og tí loyvdu teir honum ikki at brúka tey amboðini, hann sjálvur helt vera best. Hóast eina til tíðir negativa uppliving av læraraum, so hevur hann eisini havt lærarar, sum hava verið dugnaligir, og sum hann hevur havt stóra gleði av.

Skulu vit sum skúli/samfelag nærkast hesum góðu lærarum, sum Mads Johan vísti á, hava alstóran týdning fyri skúlaverkið og teir næmingar, ið har ferðast, og skal eg sum undirvísari hava nakran møguleika at síggja einstaka næmingin og stuðla honum í tí hann tekst við, so er tað altavgerandi, at tíð er til tað. Tað er heilt víst, at økt undirvísingartímatal og lækkað tímatal til samstarv millum lærarar ikki er vegurin fram, um vit ynskja ein góðan fólkaskúla í Føroyum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan