Tíðindi

Tá eygnarørslur avdúka lesitrupulleikar

EyeJustRead er nýggj slóðbrótandi tøkni, har tú skrásetur eygnarørslur og røddina á lesaranum.

23. september 2020

EyeJustRead hevði saman við Lis Pøhler, ið er lesivegleiðari, ein bás á Danmarks Læringsfestival 2020, sum var fyrstu viku í mars í ár. Í 2017 vunnu tey virðislønina Danish Design Award fyri forritið EyeJustRead. Nógv úr skúlaverkinum í Føroyum vóru við á festivalinum.

Eyetracking er ein nýggj tøkni, har tú skrásetur eygnarørslur og røddina á lesaranum. Við hesi tøkni kanst tú koma nærri at lesiháttinum hjá lesaranum. Fyri at kunna gera hetta, verður eitt forrit lagt á telduna, og ein lítil skannari verður settur fastur niðast á skíggjanum. Á henda hátt verður skrásett, hvar lesarin hyggur, tá hann lesur ein tekst. Tá upptøkan er gjørd, kanst tú spæla upptøkuna. Har sært tú tekstin og hoyrir, meðan lisið verður. Jú longri tú steðgar við eitt orð, jú størri rundingur sæst á orðinum, sum tú ivast í.Vi s støtte

Um tú hevði amboðini, kundi tín lesing verið skrásett, ímeðan tú lesur hesa greinina. Tú kundi sæð, hvat tú gert meira ella minni ótilvitað, ímeðan tú lesur. Hvussu flytur tú eyguni? Steðgaði tú við nøkur orð ella bókstavasamansetingar? Fórt tú frá tekstinum og hugdi yvir á myndina, mitt í setninginum? Verður tú avbrotin, so tú lesur setningin umaftur? Loypur tú orð um, tá tú lesur?

Tá upptøkan er gjørd, kanst tú spæla lesingina. Á henda hátt kanst tú skjalprógva lesingina. Forritið skrásetur, hvørji orð tú steðgar leingi við, hvar tú loypur orð um, nær tú hyggur at myndum o.a., og ein greining verður gjørd av tí. Til ber manuelt at skráseta, hvørjar villurnar eru, og gera aðrar viðmerkingar, sum tú so kanst brúka, tá tú vegleiðir onnur, sum eru um lesaran. Á henda hátt hevur tú nakað ávíst at tosa út frá, og tú kanst vísa á, júst hvar vit síggja trupulleikarnar í lesingini. Hetta er eitt amboð, sum er ætlað fólki við serútbúgving innan lesing, so sum lesivegleiðarum, orðblindalærarum ella serlærarum.

Sjálva upptøkuna kunnu øll gera, men partinum, sum hevur við greining og ráðgeving at gera, stendur ein serkønur innan lesing fyri. Sum dømi kann nevnast, at hevur tú ein næming, sum hevur stuðul, kann stuðulin gera upptøkuna. Er ein skúli, har eingin lesivegleiðari ella orðblindalærari er, kunnu lærarar á staðnum gera upptøkurnar og senda tær til ein serkønan, ið hevur servitan innan lesing og EyeJustRead. Tann serkøni gjøgnumgongur lesingina og kann á henda hátt ráðgeva um, hvar setast skal inn.

Í januar 2020 fór Annika K. Joensen, lærari í Eysturkommunu, undir eitt samstarv við EyeJustRead og Nám um at royndarkoyra forritið og fáa nakrar føroyskar bøkur inn í skipanina. Í løtuni verður EyeJustRead testað við nøkrum føroyskum næmingum. Upptøkur eru gjørdar, sum síðani eru brúktar, tá hon sum lesivegleiðari/orðblindalærari ráðgevur næmingum, lærarum og foreldrum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2020

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.