Tíðindi

Sálarfrøðiligar orsakir til, at næmingar klára seg betur í lítlum enn størri flokki

Næmingurin í lítla flokkinum er alla tíðina noyddur at taka lut í virkseminum í flokkinum; hann sleppur ikki undan, og lærarin fær heldur ikki ignorerað einstaka næmingin.

17.04.2019

Í røðu síni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag fyrst í hesum mánaðinum vísir Hanna Jensen, landsstýriskvinna við skúlamálum, á kanningar, sum eru tiknar frá CPE. CPE stendur fyri Center for Public Education og er stovnur undir NSBA, ið er felagsskapur fyri skúlastýri í USA. Kanningarnar taka støði í floksstødd og tvílærararskipan.

Landsstýriskvinnan sigur, at hetta er áhugavert og átrokandi at tosa og hugsa um, tí floksstøddin hevur týdning fyri, hvussu nógv tann einstaki næmingurin fær burturúr, umframt at hon hevur týdning fyri, hvussu nógvan pening tað almenna nýtir til skúlar og útbúgving.

Tá ið avgerðir skulu takast um floksstødd, mugu hesi bæði atlit vigast upp móti hvørjum øðrum. Tað er lætt at rokna út, hvussu nógv meira fleiri og smáir flokkar kosta enn fáir og stórir. Men tað er ikki líka lætt at finna út av, hvussu nógv meira ella minni næmingurin hevði fingið burturúr, um flokkurin, hann gongur í, hevði havt eina aðra stødd.

Á heimasíðuni hjá CPE hava tey gjørt eina samanbering av nøkrum kanningum um floksstødd í skúlum, har arbeitt verður við at skipa smærri flokkar í innskúlingini. Kanningarnar ganga yvir fleiri ár fyri at vita, hvørji úrslitini ella ágóðarnir eru av at lækka næmingatalið í flokkunum, og samanborið verður við skúlar, ið halda fram við stórum flokkum. Málið er, at næmingarnir skulu fáa meira burturúr bæði fakliga og sosialt.

Tvey dømi um kanningar eru STAR-projektið í Tennessee, sum byrjaði í 1985, og SAGE-prosjektið í Wisconsin, sum byrjaði í 1996.

Fyrsta stigið í STAR-projektinum var ein 4 ára kanning í barnagarði, fyrsta, øðrum og triðja flokki, har flokkar við 13-17 næmingum vórðu samanbornir við flokkar við 22-25 næmingum og einum lærara og við flokkar við 22-26 næmingum við einum lærara og einum hjálparlærara.

Umleið 6.500 næmingar í 330 flokkum í 80 skúlum vóru við í kanningini, har teir vórðu kannaðir í lesing, støddfrøði og grundleggjandi læriførleika.

Eftir 4 árum var greitt, at smáir flokkar førdu til munandi meiri læring, og at fyrimunurin við smáum flokkum var dupult so stórur fyri børn í samfelagsligum minnilutum.

Eisini vísti kanningin, at gentur høvdu størri fyrimun av at vera í smáum flokkum enn dreingir. Nyttan av at hava ein hjálparlærara í einum vanligum flokki var einans 35% av nyttuni av at hava smáar flokkar við einum lærara í hvørjum.

Annað stigið í STAR byrjaði í 1989, har kannað varð, um teir fyrimunir, sum vórðu staðfestir á fyrsta stigi, stóðu við.

Her vísti tað seg, at næmingar, sum byrjaðu skúlagongdina í smáum flokkum, og sum síðan fóru í størri flokkar, hildu fram at klára seg betur enn floksfelagar, sum byrjaðu skúlagongdina í størri flokkum.

Triðja stigið í STAR var at geva teimum 17 fátækastu skúlaøkjunum í Tennessee smáar flokkar í forskúla, fyrsta, øðrum og triðja flokki. Eftir hetta fóru tey 17 skúlaøkini frá at vera langt undir miðal í lesing og støddfrøði til at vera oman fyri miðal av teimum 139 skúlaøkjunum í Tennessee. Hesi úrslit eiga vit at dvølja við

Hin kanningin, SAG- prosjektið nýtti 4 sløg av smáum floksstøddum:

15 næmingar við einum lærara
30 ella færri næmingar í einum flokki við tveimum lærarum
Ein skúlastova við einum fyribils skilaveggi, og 15 næmingum og einum lærara
hvørjumegin veggin
30 næmingar við einum lærara, men við einum lærara afturat í lesing, máli, list og  
støddfrøði

SAGE kom til somu niðurstøður, ið líktust niðurstøðunum í STAR-kanningini um at minka floksstøddir tey fyrstu skúlaárini. Næmingar í SAGE-flokkum fingu munandi betri úrslit í lesing, máli, støddfrøði og sum heild, enn næmingar í vanligum flokkum.

Sjálvt um SAGE-næmingar høvdu verri avrik undan kanningini enn næmingar í størri flokkum, so høvdu SAGE-næmingar munandi betri avrik eftir kanningina, sum vísir, at næmingarnir í minnu flokkunum gjørdu størri framstig enn næmingar í vanligum flokkum.

Kannað var eisini, hví smáir flokkar vóru betur.

Vit hugsa helst, at dygdin í undirvísingini er betri í smáum flokkum enn í stórum, og at tað kann vera orsøkin til betri læring í smáum flokkum; men sambært granskaranum Jeremy Finn stuðla kanningarnar ikki upp undir hesa hugsan.

Sjálvsagt hevur lærarin eitt sindur meiri tíð til einstaka næmingin í lítlum flokki enn í einum størri, og hann brúkar heldur minni tíð at stýra einum lítlum flokki enn einum størri.

Men annars er undirvísingin ikki nógv øðrvísi, og hetta svarar ikki spurninginum, hví smáir flokkar virka betur enn stórir.

Sambært Jeremy Finn vísa kanningar, at tað eru heldur sálarfrøðiligar orsakir til, at næmingar blíva betri næmingar, um teir eru í einum lítlum flokki enn í einum størri.

Fyri tað fyrsta er ein næmingur í lítlum flokki alla tíðina noyddur at taka lut í virkseminum í flokkinum; hann sleppur ikki undan, og lærarin fær heldur ikki ignorerað einstaka næmingin.

Í øðrum lagi verður samanhaldið ofta betri í einum lítlum flokki; lærararnir kenna betur tann einstaka, og næmingarnir stuðla betur hvørjum øðrum, enn teir høvdu gjørt í einum størri flokki.

Í triðja lagi, so er sosiala ábyrgdin fyri hvørjum øðrum størri í einum lítlum bólki enn í eini stórari fjøld; hetta er kent frá øðrum samanhangi, og er helst eisini galdandi fyri næmingar í einum skúlaflokki.

Og fyri tað fjórða so vísa kanningar um dynamikk í bólkum, at normar í smáum flokkum føra til øðrvísi atferð enn í størri flokkum. Hesar kanningar vísa, at í stórum bólkum eru færri, sum taka lut í felags virksemi. Hetta er helst eisini galdandi í skúlaflokkum.

Úrslitini eru eisini áhugaverd hjá okkum sum grundarlag at gera okkara egnu royndir, sjálvt um vit hava fleiri smáar og miðalstórar skúlar, og at sosiala bakgrundin ella støðan hjá næmingunum kanska ikki er so ymisk. Og eg ivist í, um vit hava gjørt okkum nóg tilvitaðar tankar um hetta evni, sum myndugleiki og sum skúli - og hví vit ikki hava kannað okkara viðurskifti betur.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.