Tíðindi

Sumt fær ov lítla rúmd í læraraútbúgvingini

Sum lærari skalt tú duga meiri enn at undirvísa í vanligum lærugreinum, og tað eigur læraraútbúgvingin í størri mun at leggja uppfyri, heldur Sonni Johnsson, læraralesandi á triðja ári á Námsvísindadeildini

29.10.2020

Hvussu stóra rúmd fáa sangur, dansur, drama, at duga at traðka fram og framføra, kropsmál og at brúka kroppin sum heild í læraraútbúgvingini? Ov lítla, spyrt tú Sonna Johnsson, sum lesur til lærara á triðja ári. Hann situr í Ráði teirra lesandi, sum er samstarvsráðið fyri øll lesandi á Fróðskaparsetrinum, umframt Lestrarráðnum, sum er ráðið fyri tey, sum lesa á Námsvísindadeildini.

- Sum lærari ert tú á ein hátt líka nógv ein sjónleikari sum undirvísari. Tú skalt í øllum førum duga at vera í nógvum leiklutum. Lærir tú ikki at fara í hesar nógvu ymsu leiklutirnar, meðan tú lesur til lærara, so lærir tú tað ikki, og tað er ikki nóg gott. Tí alt hetta hevur við samskifti at gera, og samskifti er kjarnin í lærarayrkinum. Í Føroyum er sangur grundleggjandi í fólkaskúlanum, og hevur tú als ongar royndir í sangi, hvussu skalt tú tá syngja við næmingum? Ivaleyst finna lærarar útav tí kortini, hóast teir ikki hava havt tað á læraraútbúgvingini, men tað besta hevði verið at fingið ein grundvøll at standa á, soleiðis at tú ert væl fyri, tá ið tú fert út í fólkaskúlan at arbeiða.

Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, er samd við Sonna Johnsson í, at miðling og samskifti hava sera stóran týdning, men hon vísir aftur, at læraralesandi als einki læra um hesi lestrarevnini.

- Í undirvísing og læring hava tey lesandi nógv av hesum, sum Sonni sóknast eftir. Summi undirvísingarevni eru, har hatta er týðandi partur, eitt nú føroyskur dansur. Eisini í øðrum fakum verða nógvir ymsir undirvísingarhættir royndir, men tað er ymiskt alt eftir, hvat fak talan er um. Kanska vit ikki altíð gera nóg mikið við hetta, men tey lesandi skulu ígjøgnum so nógv, og tíð og pláss er ikki fyri øllum. Tað er so stórt fjølbroytni av undirvísingarhættum, at tey lesandi neyvan møta øllum hasum lutunum undir lestrartíðini.

Les samrøðu við Svein og Sonna í Skúlablað nr 5, 2020.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.