Tíðindi

Summir næmingar fara ikki aftur í skúla

Tá ið tú hevur verið burtur leingi, er tað truplari hjá summum næmingum at fara aftur í skúla

02.07.2020

Hóast skúlarnir eru byrjaðir aftur eftir at hava verið afturlatnir eina tíð, eru tað nakrir næmingar, sum ikki eru byrjaðir aftur í skúla. Hví er tað soleiðis?

Hjá summum næmingum hevur koronafarsóttin verið ein eydnurík tíð við heimaskúla. Næmingar, sum halda skúlan vera eitt ótrygt stað, eru slopnir undan strongd ella angist í eina tíð. Nú tá ið skúlarnir eru latnir upp aftur, eru flestu næmingarnir komnir aftur. Tó ikki allir.

– Tað eru eingi neyv tøl, men tað er orsøk at halda, at nógvir næmingar framvegis eru heima. Teir flestu av hesum næmingunum vóru eisini heima, áðrenn farsóttin gjørdi seg galdandi, og samfelagið læt aftur, sigur Trude Havik, granskari við Læringsmiljøsenteret á Universitetinum í Stavanger.

Havik hevur skrivað doktararitgerð um skúlafráveru og somuleiðis bókina Skolefravær í 2018, har hon lýsir fráveru, vandatáttir og átøk. Sambært henni kann koronakreppan hava ført við sær, at summir næmingar stríðast meiri enn áður. Eftir feriu, sjúku ella onnur avbrot frá skúlanum kann tað koma fyri, at næmingar verða enn longri burtur frá skúla.

– Tað, sum kanska kennist best, er at sleppa undan tí, sum er negativt og gevur strongd. Tá ið feria er, ella skúlagongdin av øðrum orsøkum verður avbrotin, kann næmingurin koma inn í eina ónda ringráð, sum ger tað upp aftur truplari at koma aftur í skúla. Tað kennist betur at verða heima.

– Teir næmingar, sum stríðast mest við hetta, mugu nærkast skúlanum aftur stig fyri stig, treytað av, at teir kenna seg tryggar og vita, hvat hendir, sigur Havik.

Men hví koma teir ikki aftur í skúla, og hvørjir eru hesir næmingarnir?

Sambært Havik snýr tað seg um ein samansettan bólk av næmingum við ymiskari bakgrund og ymisum grundum fyri ikki at møta upp. Felags fyri teir allar er, at teir ikki møta upp í skúlanum.

Hugtakið skúlafrávera kann stutt sigast vera ein næmingur, sum ikki møtir upp í skúlanum. Skjalprógvað frávera er, tá ið barnið er sjúkt ella hevur fráveruloyvi. Ikki skjalprógvað frávera er hinvegin skulking og frávera, sum næmingarnir fjala fyri foreldrum og lærarum, men tað kann eisini vera talan um næmingar, sum aftra seg við at ganga í skúla, tað sum eisini verður rópt skúlanoktarar.

– Hjá hesum síðstnevnda bólkinum vita foreldrini vanliga, at barn teirra ikki møtir upp í skúla, sigur Havik.

Eingi neyv tøl eru, sum lýsa, hvussu nógvir hesir næmingarnir eru, men hugtakið, at aftra seg ella ikki vilja í skúla, er eitt kent fyribrigdi mestsum alla staðni.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.