Tíðindi

Støddfrøði bindur saman

Við slagorðinum "Støddfrøði bindur saman" er endamálið við Pangea støddfrøðidystinum at savna 3. - 9. floksnæmingarnar um landamørk, sosialar stættir og útbúgvingarstig, bjóða teimum av og fáa teir at skilja, at støddfrøði kann eisini vera stuttlig

14.02.2018

Í ár eru 1836 næmingar úr 15 skúlum í Føroyum meldaðir til Pangea-støddfrøðikappingina, og soleiðis ætlar skúlin at geva næmingunum høvi at skifta um royndir við aðrar næmingar við at brúka støddfrøðina sum amboð.

   "Við øðrum orðum vilja vit draga og kveikja næmingarnar til støddfrøði og fagna og samsýna teimum bestu við virðislønum fyri teirra støddfrøðiliga kunnleika. Einki motiverar meiri enn  succes", stendur m.a. í boðskapinum um fyribrygdið Pangea-støddfrøðikappingina.

   Fyri 250 milliónum árum síðan, tá ið dinosaurarnar livdu, var Jørðin sameinað í eitt einasta supermeginland, ið varð rópt Pangea. Hetta meginlandið syndraðist sum frá leið og varð spjatt út um teir sjey heimspartarnar, sum vit kenna teir í dag.

   Hugtakið Pengea-kapping tók seg upp í Týsklandi fyri nøkrum árum síðan, og ætlanin var at fáa hana til at vera heimsumfatandi. Í løtuni er kappingin í Føroyum, Danmark, Svøríki, Norra, Íslandi, Týsklandi, Spania og fleiri øðrum europeiskum londum.

   Pangea-støddfrøðikappingin er rættiliga nýggj í Føroyum. Hon byrjaði í 2016 sum ein avleggur av teirri donsku. Kappingin er í trimum umførum. Í fyrsta umfari eru nógvir næmingar, í øðrum færri, og í triðja umfari eru munandi færri næmingar. Nú í februar siga allir næmingar í Føroyum, ið eru meldaðir til, og rokna. 17. mars er annað umfar, og tá hittast allir tilmeldaðir næmingar úr øllum Føroyum í Eysturskúlanum í Havn og kappast. Triðja umfar er ein finala, sum verður í Norðurlandahúsinum í apríl. Her hittast nakrir fáir næmingar úr 3. flokki upp í 9. flokk.

   Vit eru í Eysturskúlanum í Havn, her Jacob Eli Olsen, lærari, klikkir ein Pangea-tíma hjá 9. flokki í gongd. Her hava allir støddfrøðilærarar melda allar sínar flokkar til Pengea-kappingina.

   - Pangea er ein støddfrøðikapping ella roknikapping millum fólkaskúlanæmingar her hjá okkum, men kappingin er eisini í øðrum londum í Europa, fortelur Jacob Eli Olsen.

   Kappingin byrjaði fyri nøkrum árum síðan, tá ið uppgávur vórðu gjørdar, og næmingar rokna og kappast við næmingar aðrastaði. Kappingin er frá triðja floksstigi til og við níggjunda floksstig.

   - Næmingarnir hava fingið 25 uppgávur nú, og hvør uppgáva hevur fimm svarmøguleikar, og so mugu teir lesa spurningarnar og velja, hvørji av teimum fimm svarunum eru røtt. Tað er Pangea-støddfrøðikappingin.

   Úrslitið av kappingini verður latið fyriskiparanum, dananum við tí fremmanda navninum, Ugur Kevioglu, sum nú býr í Føroyum. Hann fær øll svarørkini hjá næmingunum, og tey verða rættað manuelt, og viðmerkt verður, hvussu hvør einstakur næmingur hevur klárað seg. Tey, sum klára seg best, sleppa víðari til annað umfar. Kappingin steðgar hjá teimum, sum ikki koma víðari.

   Summir næmingar kunnu samanbera hesa kapping við eina ítróttarkapping, men tað ger tann stóra fjøldin ikki.

   Jacob Eli, støddfrøðilærari, sigur, at nakrir næmingar halda, at hetta er stuttligt, og teimum, ið dámar støddfrøði, vilja fegnir vera við í kappingini. Hann heldur, at í fakum kunnu næmingar kappast akkurát sum í ítrótti. Í Føroyum kanst tú verða hátt hevjaður fyri at duga væl at svimja ella vera óførur at renna, men fáur ella eingin verður hevjaður fyri at vera fakliga dugnaligur.

   Tað saknar Jacob Eli, sum heldur, at Pangea-støddfrøðikappingin er eitt gott høvi at gera tað.

   - Tað fína við hesum er, at eingin verður útstillaður, eingin fær úrslitið av kappingini av vita, um mann stendur seg illa. Tey, ið standa seg best, sleppa víðari, men tey fáa ikki at vita, at t.d. tú fekst 50, og tú fekst 25, sigur Jacob Eli Olsen, støddfrøðilærari í Eysturskúlanum í Havn.

   Her verður eingin happaður.

Myndin:

Jacob Eli, støddfrøðilærari í Eysturskúlanum í Havn, sigur, at summir næmingar halda, at Pangea-støddfrøðikappingin er stuttlig. Hann heldur, at í fakum kunnu næmingar kappast akkurát sum í ítrótti. Í Føroyum kanst tú verða hátt hevjaður fyri at duga væl at svimja ella vera óførur at renna, men fáur ella eingin verður hevjaður fyri at vera fakliga dugnaligur

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.