Tíðindi

Stórur áhugi fyri ultra:bit-verkætlanini

- 29 skúlar hava teknað tilsamans 618 fjórðafloksnæmingar at vera við, sigur Tóri Slættalíð, KT-ráðgevi í Námi, sum í vár skipaði fyri skeiði fyri áhugaðum lærarum.

16.10.2019

Endamálið við skeiðnum var at útbúgva lærarar til at halda líknandi skeið í egnum skúla og í øðrum skúlum kring landið, men í samstarvi við Nám, sigur Tóri, ið er farin at rópa lítla micro:bit-brikkin, sum er kjarnin í verkætlanini, eina smáteldu. Eftir at smáteldurnar eru bornar út, verða skeið boðin út eftir tørvi og áhuga. Næmingar í fimtu og sættu flokkunum kunnu eisini sleppa at royna tøknina.

Samstarvið um ultra:bit byrjaði við Danmarks Radio, sum aftur bygdi á samstarv við bretska BBC. Í vár vóru tveir danir og hildu skeið í Námi fyri áhugaðum lærarum.

Hví skulu næmingar læra at forrita?

Tóri og Andreas Simonsen, sum er nýsett KT-fólk í Námi og á Próvstovuni, eru fegnir um átakið og møguleikan at sleppa at forrita í skúlanum.

- Í okkara gerandisdegi er nógv stýrt av teldum, og hetta fer bara at vaksa í framtíðini, sigur Andreas og vísir á júst hetta sum eina ítøkiliga grundgeving fyri at forrita við næmingum.

- Teldan ger einki av sær sjálvari, men loysir bert ta uppgávuna, sum hon verður biðin um, sigur Andreas og greiðir saman við Tóri frá um grundsjónarmið at taka forritan við í undirvísingina.

- Við forritan fara næmingarnir frá at vera talgildir brúkarar til at vera talgildir skaparar. Hetta merkir m.a., at næmingarnir nýta sítt hugflog og síni skapanarevni, tá teir forrita - teir fáa atgongd til eitt kreativt spælipláss. Hetta hevur ofta við sær, at næmingar byrja at hugsa, hvussu teir við at forrita kunnu loysa eina ávísa gerandisavbjóðing. Tá flyta teir seg yvir til nýhugsan, ella innovatión. Forritan snýr seg eisini um at royna seg fram; at gera feilir og at rætta teir. Her er neyðugt hjá næminginum at hugsavna seg og at hugsa logiskt fyri at finna fram til, hvussu forritanin hongur saman. Tí eru eisini stórir lærumøguleikar í sjálvari forritanini, samstundis sum tað er møguligt at nýta forritan í ymiskum lærugreinum, sigur Tóri, sum vísir á, at av tí at nógvir møguleikar eru við forritan, kann arbeiðið fanga bæði gentur og dreingir - eisini tey, sum ikki eru so ágrýtin í skúlahøpi.

Men at arbeiða við forritan setir tó krøv til læraran. Bæði tí at forritan kann vera krevjandi, og tí at arbeiðslagið ofta er opið og óskipað.

- Fleiri næmingar kunnu hava brúk fyri nógvari hjálp í byrjanini, men fleiri av teimum finna skjótt út av tí sjálvir og arbeiða sjálvstøðugt víðari, heldur Andreas.

Les alla greinina, sum Birgir Kruse hevur skrivað, í Skúlablað nr 5, 2019. Mynd: Árni Øregaard

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.