Tíðindi

Stórur tørvur á skúlabókavarðaútbúgving

Skúlabókavarðafelagið gjørdi í fjør eina kanning millum limir sínar. Hon vísir, at bara ein triðingur av teimum, sum arbeiða á skúlabókasøvnunum, hava útbúgving.

02.02.2023

Kanningin var gjørd í juni í fjør. Tað eru 63 lærarar skrásettir at arbeiða sum skúlabókavørðir, 36 teirra svaraðu kanningini, 33 konufólk og tríggir menn. 23 av hesum vóru í aldrinum 40-60 ár.

Hví hava tit gjørt hesa kanningina?

- Skúlabókavarðaútbúgvingin hevur staðið á skránni leingi hjá avvarðandi myndugleikum, uttan at meira er gjørt við tað. Tí gjørdu vit eina kanning fyri at vísa politiska myndugleikanum á stóra tørvin. Fyri at fáa at vita, hvussu nógvir útbúnir skúlabókavørðir eru á skúlabókasøvnunum kring landið – hetta tí tað er ongastaðni skrásett um, hvør tað er, sum arbeiðir á skúlabókasøvnunum. Vit gjørdu kanningina eisini fyri at vita, um lærarar, sum arbeiða á økinum og ikki hava útbúgving, halda, tað er ein tørvur at fáa sett eina eftirútbúgving fyri skúlabókavørðir á stovn. Og tá ið mann nú ger eina kanning, so er tað eisini áhugavert at fáa at vita, hvørji tey eru, sum arbeiða á bókasøvnunum. Kanningin sigur okkum, at brúk er fyri at hava eina skúlabókavarðaútbúgving sum skjótast og eisini at hava skeið fyri teimum, sum nú starvast á bókasøvninum, sigur Thordis Dahl Hansen, forkvinna í Skúlabókavarðafelagnum.

Tey, sum hava svarað, arbeiða á skúlabókasøvnunum kring landið. Spurt var, um tey hava útbúgving sum skúlabókavørður; tað hava bara 10 teirra, 4 úr Føroyum og 6 úr Danmark. Hini 27 hava ikki útbúgving sum bókavørður, og eingin teirra er heldur undir útbúgving. Nógv tey flestu teirra sóknast eftir skúlabókavarðaútbúgving í Føroyum, og gott og væl helmingurin av teimum, sum vóru við í kanningini, høvdu farið undir eina slíka, um hon var boðin út. Summi teirra, sum ikki høvdu tikið av møguleikanum, siga, at orsøkin til, at tey ikki høvdu farið, er tí, at tey eru ov tilkomin til tað.

Gott og væl helmingurin av teimum, sum hava verið við í kanningini, halda, at tímatalið, sum skúlabókasøvnini hava at ráða yvir, er ikki nøktandi. Fjúrtan halda, at tað er nøktandi. Sum nú er, er frymilin soleiðis, at teir fyrstu 20 næmingarnir telja ikki við í útrokningini av tímum til skúlabókasavnið, lærararnir og onnur starvsfólk telja heldur ikki við í útrokningini.

Til bókasavn verða latnir 2,98 klokkutímar um árið til hvønn næming. Egintíð er roknað við í hesum talinum. Einki verður latið fyri 20 teir fyrstu næmingarnar. Tímarnir verða býttir millum undirvísingartímar og tímar til fyrisiting í lutfallinum 6/7 partar til undirvísing og 1/7 til fyrisiting. Undirvísingartímarnir eru til at hava bókasavnið opið í.

Hvat kundi ein hóskandi frymil verið?

- Fyri tað fyrsta er tað hóskandi, at allir næmingarnir og øll starvfólk skúlans telja við. Í dag er tað soleiðis, at í einum skúla, har áleið 220 næmingar ganga, eru áleið 10 bókasavnstímar um vikuna. Hóskandi er at siga, at útrokningin eigur verða soleiðis, at hevur ein skúli eitt skúlabókasavn, og har ganga áleið 150 næmingar, so skal bókasavnið í minsta lagi hava 20 undirvísingartímar um vikuna, tvs. 4 tímar um dagin, har skúlabókavørður er tøkur á bókasavninum – eisini er brúk fyri, at skúlabókavørðurin hevur tíð til at lesa bøkur, tí ein stórur partur av at arbeiða á bókasavninum er at formidla og gera framsýningar.

Skúlabókavarðafelagið arbeiðir við serliga við tveimum málum – at fáa eina útbúgving til teir lærarar, sum starvast á skúlabókasøvnunum, og við at fáa meiri tíð til skúlabókasøvnini.

Tey, ið hava tikið lut í kanningini, hava havt møguleikan at gera viðmerkingar í svarunum. Tey siga til dømis:

“Tað er sera óheppið, at tað er so langt millum útbúgvingarnar. Tað er av stórum týdningi, at tað starvast útbúgvið fólk á skúlabókasavninum, og at tað er mannað allan skúladagin á teimum stórum skúlunum. Á tann hátt kanst tú brúka útbúgvingina nógv betur, ið kemur næmingunum, skúlanum og samfelagnum til góðar. Skúlabókavørðir vegleiða bæði næmingum og lærarum um rætt tilfar og kunnu skipa fyri skeiðum og undirvísing fyri næmingum, men tíðin manglar.”

“Ein broyting má koma í útrokningina av tímunum til skúlabókasavnið – allir næmingar og starvsfólk skulu tekja við í útrokningini.”

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.