Tíðindi

Stórur dagur í undirvísingarsøgu

Vit hava fingið størstu viðurkenning fyri eina bókaútgávu, segði Eyðun Gaard, stjóri á Námi, eitt nú í talu síni, tá ið bókin Finka var kosin at vera besta bókin í Evropa til næmingar 8-10 ár.

14.10.2020

Góðu tit øll!

Hetta er ein stórur dagur í føroyskari undirvísingartilfarssøgu, í føroyskari bókaútgávusøgu og í føroyskari útbúgvingarsøgu yvirhøvur.

Vit hava fingið størstu viðurkenning fyri eina bókaútgávu. Eina viðurkenning frá bókaforløgum, ið fáast við undirvísingartilfar í Evropa, eina viðurkenning frá BELMA, ið stendur fyri “Best European Learning Material Awards” ella “Heiðursløn fyri besta evropeiska undirvísingartilfar”.

Fyrst vórðu vit skotin upp saman við fleiri øðrum, síðan metti dómsnevndin, at Finka hevði uppborið fyrsta plássið, gullheiðursmerki.

Fleiri metingarreglur

Dómsnevndin hevur átta meginreglur fyri dygd og samspæl millum læring og til lærutilgongdir.

Meginreglurnar fevna vítt og eru mentar við at seta saman viðurkendar dygdarreglur og nútíðar læruhættir og undirvísingar- og didaktisk ástøði.

Dómsnevndin sigur m.a. í síni niðurstøðu um Finku:

•                          Tilfarið hevur eitt vinarligt snið við nógvum litríkum tekningum og við nógvari luft í - á hvørjari síðu.

•                          Tað eru nógv áhugaverd evni, ið eru tikin úr veruliga lívinum, føroysku náttúruni, djórum, barnabókmentum o.s.fr.

•                          Tilfarið hevur søgur, yrkingar og sangir, ið ikki eru ov langir fyri byrjarar. Tað er stór tileggjan hjá børnum at vera før fyri at lesa ein heilan tekst og ikki avmarkaðar setningar.

•                          Ímyndirnar eru sera hegnisliga nýttar gjøgnum alla bókina og hjálpa næmingunum til serligar arbeiðshættir og uppgávur í lesitilgongdini. Hetta fær næmingin at nýta fleiri setningar.

•                          Tvær arbeiðsbøkur, ið hoyra til tekstbókina, geva tí einstaka næminginum ella næmingabólkinum ymiskar møguleikar at arbeiða við tekstinum, uppgávur eru eisini tongdar at hvørjum teksti í sjálvari Finku bókini.

•                          Ljóð og mállærubókin inniheldur nógvar uppgávur, ið læra um avbjóðandi lutir í føroyska málbúnanum og mállærubygnaðinum. Uppgávurnar eru viðkomandi fyri litterasi menningina hjá børnum.

•                          Sera gjøgnumførdur aldurssvarandi stílur er í Finku.

Hóast vit vunnu, kunnu vit eisini læra

Dómsnevndin kom eisini við uppskotum um, hvussu tilfarið kundi verið enn betri, t.d. at sniðið kundi verið meiri skiftandi, og fleiri myndir kundu verið nýttar, onkrar viðmerkingar vóru til sjálva umbrótingina. Ein onnur atfinning, ið vit mugu taka til okkum er, at tað kundi verið meira altjóða mentanarligt tilvit.

Tá vit meldaðu bókina til, hildu vit, at vit fóru við, fyri at læra og at fáa hugskot og íblástur frá øðrum. Men, at tað vóru vit, ið vóru best og væl kunn læra onnur, ger jú okkara støðu framúr góða.

Eitt fjøltáttað lið

Eg fari nú at bera eina serstaka tøkk til Marionnu Skarðenni Pulsen, rithøvund, Kathrinu Skarðsá, teknara, Sissal M. Rasmussen, ið lesifrøðiliga hevur viðgjørt tilfarið, Onnu Simonsen, grafikara, sum fann upp á navnið, ið merkir snild og passar væl til bókina, Honnu Mikkelsen og Guðruna Kerá, lærarar í Eysturskúlanum, sum royndu tilfarið skulaárið 2018-19 saman við teirra 2. flokki, og Bjørg Pállson, Maibritt S. Egholm og Sóleyð Holm, lærarar í Hoyvíkar skúla, sum samstundis royndu tilfarið við teirra 2. flokki, Føroyaprent, Sigfríð Sólsker, leiðandi ritstjóra, sum sendi Finku til BELMA, tí hann metti, at at hon kundi standa seg í kappingini - hetta er fyrstu ferð, vit hava sent tilfar til kappingina - og ein tøkk til Marjuna Ziskason og Gunvá Magnussen, sum hava ritstjórnað tilfarið.

Besta undirvísingarforlag

Stóra takk fyri øll somul. Tit hava gjørt alt arbeiðið og eiga æruna av, at vit í dag kunna kalla okkum besta undirvísingarforlag í Evropa.

Tað ræður um at hugsa stórt, og tað er ongin grund fyri ikki at gera tað. Mín dreymur er, at londini rundan um okkum og longur úti í verð fáa eyguni upp fyri, at vit í Føroyum eru í fremstu røð í heimunum, tá um undirvísing ræður, og koma hendanvegin at leita sær íblástur, tí at vit eru best, og vit megna tað. Vit hava víst tað á ítróttarøkinum í fleiri umførum. Nú seinast sunnudagin, tá vit fingu ein evropameistara í rógving, og í dag eru vit í Námi evropameistarar í at gera undirvísingartilfar.

Nú eru vit, ið fáast við útbúgvingarskipanir ikki von við at seta alt upp í kappingum. Øll vilja vit vera fremst, men vit skulu sjálvandi skapa rúm fyri okkum øllum, soleiðis at øll kenna seg væl í somu útbúgvingarskipan. Men at vit eru í fremstu røð at gera tilfar til eindarskúlan, tað sigur ikki so lítið, og er eisini ein viðurkenning av okkara útbúgvingarskipan, fólkaskúlanum, ið nýtir tilfarið.

Næmingurin í miðdeplinum

Okkara fremsta endamál í útbúgvingarskipanini er, at næmingurin er í miðdeplinum og lærir. Hetta er tí eisini ein viðurkenning av føroyska fólkaskúlanum og teirra virki, tí Finka er úrslit av undirvísingarligu royndunum hjá Marionnu, saman við fleiri. Nú eru hesar royndirnar sjónligar í einari bókaútgávuheild.

Eg havi sagt tað fleiri ferðir fyrr, men tað tolir endurtøku. Okkara norðurlendska vælferðarskipan sermerkir seg við einum serligum dannilsi. Grundvøllurin undir okkara dannilsi er útbúgvingarskipanin. Útbúgvingarskipanin lærir okkara børn at lesa, at skriva, at rokna, at grunda og at vera tolsom. Alt hetta tilsamans skapar okkum sum menniskju og samfelag. At vit samstundis kunna pynta okkum við skrúði - tað ger tað ikki verri.

Stoltur stjóri

Tað er ein stoltur stjóri, sum í dag kann siga við fólk, at míni starvsfólk í Námi, saman við so nógvum øðrum samstarvspørtum í Føroyum, bæði vinnu, fólkaskúla og Fróðskaparsetri gera eitt sera dygdargott arbeiði á hægsta evropeiska støði.  

TAKK FYRI ØLL SOMUL !

Eyðun Gaard, stjóri í Námi

(Tala, sum Eyðun Gaard, stjóri í Námi, helt, tá bókin Finka fekk evropeiska gullheiðursløn 14. oktober 2020)


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.