Tíðindi

Stór vælvild í Løgtinginum at raðfesta undirvísing av tilflytaranæmingum

- Í verandi fíggjarlóg eru fleiri milliónir játtaðir til endamálið, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

28.09.2020

Í skúlunum kring landið verður roynt at skipa fyri undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri tilflytarum. Hvussu undirvísingin verður skipað, er upp til skúlaleiðslurnar sjálvar at gera av, men teir skulu halda seg til meginreglurnar í kunngerðini. Møguleiki verður eisini at skipa móttøkuflokkar, har næmingarnir ganga ávíst tíðarskeið, tó í mesta lagi í seks mánaðir, og helst skulu teir verða part av tíðini knýttir at móttøkuflokki, so teir gerast partur av einum flokki og ikki missa sambandið við sín heimaflokk .

- Rákið er fyri ein part farið frá móttøkuflokkum í longri tíðarskeið, tí hildið verður, at tað at savna tilflytaranæmingar í flokkar fyri seg, útsetir integratiónina. Nýggjari kanningar vísa, at tað hevur nógv at siga fyri at gerast integreraður, at tú ert í einum heimaflokki. Kunngerðin, sum kemur, gevur tó møguleika fyri at skipa flokkar, har næmingar verða knýttir at einum móttøkuflokki ein part av undirvísingartíðini, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Lagt er upp fyri á fíggjarlógini, at skúlar kunnu søkja Undirvísingarstýrið um játtan til undirvísing av næmingum, sum hava føroyskt sum annaðmál.

- Tað er stór vælvild í Løgtinginum at raðfesta hetta økið, bæði tá ið talan er um undirvísing av børnum í fólkaskúla og vaksnum í kvøldskúla. Í verandi fíggjarlóg eru fleiri milliónir játtaðir til endamálið. Skúlarnir søkja Undirvísingarstýrið um játtan eftir serligum fyriskipanum, har fyrilit verða tikin fyri ymsum viðurskiftum. Næmingarnir fáa bara í undantaksføri undirvísing hvør sær men í bólki í skúlanum, og eftir tí verður tímajáttan givin. Tað hendir meiri enn so, at nýggir næmingar koma mitt í skúlaárinum; tá søkir skúlin um játtan til teir eisini. Næmingarnir skulu allir hava ein heimaflokk, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Nýggj tøl, ið vit hava fingið til vega frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum, vísa talið av børnum og ungum, sum fáa uppihaldsloyvi í sambandi við familjusameining og samfylgjandi familjum hjá útlendskum arbeiðstakarum, sum fáa arbeiðsloyvi í Føroym. Í 2019 fingu 57 børn og ung uppihaldsloyvi í Føroyum. 27 sum familjusameining og 30 sum samfylgjandi familja hjá útlendskum arbeiðstakara. Í 2018 var talið 31 og til samanberingar, so fingu 10 børn uppihaldsloyvi í 2012.

Í februar 2020 vóru 100 tjóðskapir skrásettir í Føroyum. 1763 persónar, ið komu úr londum uttan fyri Norðurlond, vóru tá búsitandi í Føroyum, og umboðaðu tey 100 ymiskar tjóðir. Av hesum eru 295 børn og ung, 134 gentur og 161 dreingir, í aldrinum 0-18 ár, og koma børnini úr 50 ymiskum londum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.