Tíðindi

Stór avbjóðing at fáa næmingar at lesa

Eysturskúlin skipaði í vár fyri lesiviku. Í eina viku skuldu allir næmingarnir í skúlanum lesa í ein hálvan tíma hvønn morgun. Í tí sambandi varð skúlabókasavnið dúgliga vitjað, tí næmingar skuldu velja sær eina føroyska bók at lesa, og tá tey vóru liðug, lótu tey bókina inn aftur og læntu eina nýggja.

02.07.2018

Í kjalarvørrinum á lesivikuni gjørdi Hanna Mikkelsen, skúlabókavørður, eina eftirmeting millum næmingarnar. Her spurdi hon teir millum annað, hvussu teimum dámdu at hava lesiviku, um tey lósu í frítíðini, og nær tey seinast høvdu lisið eina bók áðrenn lesivikuna.

Út av 100 næmingum í framhaldsdeildini vóru tað 25%, sum lósu, 32% lósu sjáldan, og heili 43% søgdu seg ikki lesa í frítíðini yvirhøvur.

Til spurningin um, hvussu nógvar tímar um vikuna tey lósu eftir skúlatíð, svaraði onkur, at tey lósu 2-3 tímar um vikuna. Nøkur fá lósu upp til 15 tímar um vikuna, meðan fleiri skrivaðu, at tey plagdu at lesa í frítíðum og vikuskiftum. Onkur næmingur í 9. flokki svaraði, at hann ikki hevði lisið nakra heila bók síðani 7. flokk.

Lesivikan var tó sambært eftirmetingini væl umtókt millum næmingarnar. Heili 80% av næmingunum í framhaldsdeildini vóru glaðir fyri at hava lesiviku.

Hanna Mikkelsen sigur, at hon sær eitt týðiligt fall í bókasavnsvitjanum og lesingini yvirhøvur, tá næmingar byrja í framhaldsdeild. Spurd um, hví tað man vera so, sigur hon, at tá eru tey komin í tann aldurin, har tey veruliga byrja at reika á sosialu miðlunum, so møguliga er tað tøknin, sum vinnur á lesingini. Eisini heldur hon, at eitt boð kundi verið, at tey í skúlanum fáa fleiri tíðarkrevjandi uppgávur, tað veri seg verkætlanir, stílar og annað, og at tey vegna økta arbeiðsbyrðu velja bøkurnar frá.

Hanna Mikkelsen heldur, at lærarar og avvarðandi eiga at gera meira burturúr at eggja næmingunum at lesa í frítíðini. Ofta verður nógv gjørt við hetta tey fyrstu árini, men innsatsurin dalar, sum næmingarnir gerast eldri. Næmingarnir mugu verða ‘hildnir í oyruni’, sum Hanna málber seg, tí teir lesa sum oftast ikki av sær sjálvum.

- At næmingunum dámdu so væl at hava lesiviku kann geva eina ábending um, at teimum í veruleikanum dámar at lesa, men sum eftirmetingin vísir, so lesa tey kortini ikki. Vónandi kunnu áhaldandi og fleiri lesivikur vera við til at spríkja lesihugin hjá eldru børnunum.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.