Tíðindi

Styttið arbeiðsvikuna sum skjótast

Ein stytt arbeiðsvika fer at gagna okkum øllum upp á so nógvar mátar. Fakfelagssamstarvið gjørdi eina umfatandi kanning av, hvørjir fyrimunir og vansar vóru við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Kanningin vísti greitt, at tað vóru so nógv fleiri fyrimunir við at stytta arbeiðsvikuna, og kostnaðurin var avmarkaður. So hví bíða? Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

08.06.2023

Samgongan fekk við í samgonguskjalið, at arbeiðsvikan skal styttast til 37 tímar við lóg. Hetta er at fegnast um, og hetta er eitt av stóru frambrotunum í nýggjari tíð. Ein styttri arbeiðsvika er eitt avgerandi fet á leiðini at geva børnum og foreldrum neyðugu luftina at fylgja við í dansinum um gullkálvin, sum gongur við vaksandi ferð.

Spurningurin er nú, hvussu vit koma frá 40 tímum til eina 37 tíma arbeiðsviku. Uppskotið í samgonguskjalinum er, at arbeiðsvikan skal styttast í stigum yvir 6 ár. Hetta er alt ov long tíð at bíða. Um tað var í hondbólti, so hevði dómarin dømt fyri nøl. Tað má arbeiðast skjótari, tí børnini hava fyri neyðini, at arbeiðsvikan verður stytt sum skjótast, so at teirra næstu hava betri stundir at vera um tey.

Eg tosaði við eini foreldur, har bæði arbeiddu, sum vanligt er hjá familjum í dag. Teirra fyrsti tanki við 37 tíma arbeiðsviku var, at hetta var frálíkt, tí so fór arbeiðstíðin hjá teimum báðum at vera seks tímar styttri um vikuna, og tað merkti, at tey kundu heinta børnini meira enn ein tíma fyrr hvønn dag, og tá høvdu tey ikki roknað við tíðini hjá ommum og abbum, sum eisini fóru at fáa meira tíð at vera um síni.

Vit eru meira til arbeiðis nú enn áður. Fyri 40 árum síðan vóru eini foreldur í miðal til arbeiðis gott 40 tímar tilsamans um vikuna, nú eru eini foreldur til arbeiðis einar 60-70 tímar um vikuna, tí í dag er vanligt, at bæði foreldur eru til arbeiðis. Hetta eru meira enn 20 tímar fleiri, har foreldrini eru til arbeiðis, tað er 20 tímar færri, har foreldrini eru heima. Hetta merkist hjá foreldrunum og hjá børnunum, tí eiga vit at stytta arbeiðsvikuna, so tað aftur verður betri javnvág millum arbeiðslív og heimalív.

Ætlanin hjá samgonguni at drýggja skiftið til 37 tíma arbeiðsviku yvir seks ár er alt ov long tíð at bíða. Við teirri ætlanini skulu børn, ið eru trý ár í dag, bíða til tey eru níggju ár fyri at merkja ágóðarnar av 37 tíma arbeiðsvikuni. Tað sigur seg sjálvt, at hetta kunnu vit ikki bjóða børnunum, tað eru tey ov dýrabar til.

Politiski myndugleikin má vera nógv djarvari og stytta arbeiðsvikuna sum skjótast. Tá samgongur áður hava gjørt stórar broytingar í samfelagnum, so sum flatskattin og forskatting av pensjónini, var eingin trupulleiki at broyta skipanina frá degi til dags, so hví er tað so trupult nú, tá tað snýr seg um at geva familjum og børnunum betri umstøður? 

Ein stytt arbeiðsvika fer at gagna okkum øllum upp á so nógvar mátar. Fakfelagssamstarvið gjørdi eina umfatandi kanning av, hvørjir fyrimunir og vansar vóru við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Kanningin vísti greitt, at tað vóru so nógv fleiri fyrimunir við at stytta arbeiðsvikuna, og kostnaðurin var avmarkaður. So hví bíða?

Í Íslandi er arbeiðsvikan stytt niður í 35 tímar, og enntá 32 tímar fyri nakrar starvsbólkar. Eitt sjónligt úrslit er, at børnini eru longri tíð saman við foreldrunum, og eisini at ommur og abbar síggja meira til børnini og barnabørnini. Børnini, foreldur og ommur og abbar trívast eisini betur, nú tey hava meira tíð at vera saman.

Ein styttri arbeiðsvika er ein íløga í børnini, familjuna og samfelagið. Í skúlanum síggja vit, at børn og ung stríðast, og í arbeiðslívinum síggja vit eisini, at foreldur stríðast, tí at tíðin røkkur ikki til. Her mugu átøk gerast nú. Politiska prátið er um, hvørt vit hava ráð at stytta arbeiðsvikuna. Eg hugsi, at spurningurin heldur er, um vit hava ráð at bíða við at stytta arbeiðsvikuna.

Oddagrein í Skúlablað nr 3, 2023, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.