Leys størv
Søkt verður eftir tveimum námsfrøðiligum stuðlum til forskúlan, Brúgvin, skúlaárið 2022-23.
• Tvey tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/2023 á lønarbrot 0,5
Søkt verður eftir starvsfólki, sum :
undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
duga væl at samstarva og samskifta
eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul. Lønar- og setanartreytir.
Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Námsfrøðiligu stuðulsstørvini í forskúlanum eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar eru løntir í lønarflokki 11-21 og hjálparfólk í 3-8.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. mai 2022 kl. 12.00
Meira fæst at vita um starvið í forskúlanum við at seta seg í samband við Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóra á tel. 237133.
____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 474 næmingar, av hesum eru 35 í forskúlanum og um 65 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.