Tíðindi/Greinar

21.12.2017

Stríð ella stev

Ein góður fólkaskúli er ein týðandi súla undir okkara vælferðarsamfelag og ein treyt fyri framburði í Føroyum. Leiðin fram ímóti hesum góða fólkaskúlanum er einføld: vísið leiðslum og lærarum álit og gevið teimum góðar umstøður at arbeiða og mennast í. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

Eitt aðalmál hjá lærarum, leiðslum og Føroya Lærarafelag er at virka fyri einum góðum fólkaskúla í støðugari menning. Somu mál sum Mentamálaráðið, ið varðar av fólkaskúlanum, eisini man hava. Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag í 2016 vísti landsstýriskvinnan í mentamálum á, at hon metti álit sum eitt lyklaorð í tí góða fólkaskúlanum. Sínámillum álit millum Mentamálaráð, leiðslur, lærarar og Føroya Lærarafelag er grundleggjandi fyri arbeiðið í fólkaskúlanum. Hetta vóru góð orð at hoyra frá ovastu rók og eru góðir tankar at minnast aftur á. Men álitið hjá Lærarafelagnum og lærarum á Mentamálaráðið er ikki tað, tað var. Og tað er ein trupulleiki.

Í einum samstarvi, ið byggir á álit, eiga partarnir at vísa opinleika. Seinnu árini hevur Mentamálaráðið sníkt broytingar inn í skrásetingina av arbeiðstíðini hjá lærarum. Tíðin hjá lærarum til ansing í døgurðasteðginum er skerd, og avmarkingarnar eru sníktar inn í tíðina til telduvørðir. Tílík framferð er ringur siður, vísir vantandi virðing fyri mótpartinum og brýtur álitið á ráðið niður. Tað hevði tænt álitinum, samstarvinum og fólkaskúlanum, at Mentamálaráðið spældi við opnari kortum og boðaði frá sínum ætlanum í góðari tíð.

Eitt samstarv, ið er grundað á álit, má eisini virða gjørdar avtalur. Við skúlaársbyrjan komu boð frá Mentamálaráðnum, at lærarar, ið undirvísa í serflokkum, ikki skulu fáa eyka fyrireikingartíðina skrásetta í teirra arbeiðstíð. Fyrireikingartíð sum hesir lærarar eiga sambært gjørdum avtalum. Eftir langt stríð fekk Lærarafelagið vunnið hesum lærarum teirra rætt. Hetta er greitt tekin um vantandi virðing frá Mentamálaráðnum fyri hesum lærarunum, og tað er eitt stórt álitisbrot. Mentamálaráðið eigur at virða gjørdar avtalur.

At Mentamálaráðið vísir tílíka framferð er at harmast um. Hetta hendir eisini oftari enn fyrrm og ilt er at skilja, hví so er vorðið. Einasta frágreiðing, ið eg kann koma á, er neyðin í ráðnum at finna sparingar í fókaskúlanum. Kosta hvat ið kosta vil. Eg haldi, at Mentamálaráðið her hevur spart seg eftir reyv. Funnu krónurnar kunnu ikki metast við mista álitið og eldhugin hjá lærarum og leiðslum.

Álitið er skjótt at bróta niður og leingi at byggja upp, men tað kann endurreisast. Eg vóni, at vit sleppa frá lirking og avtalubrotum úr Mentamálaráðnum, ið bert elvir til misálit og stríð. Betri er við opnum og erligum samskifti, tað byggir álitið millum partarnar og vil leiða til eitt betri stev í samstarvinum. Gjørt er gjørt, men vit ráða yvir, hvat vit fara at gera. Eitt átak at skipa samskiftið og sum kann bøta um álitið og stevið í samstarvinum millum Føroya Lærarafelag og Mentamálaráðið, er at fáa lív í aftur arbeiðið Samstarvsráðnum. Samstarvsráðið, ið er ásett í sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

 

Les eisini:

Avtalubrot er álitisbrot:
http://lararafelag.fo/avtalubrot-er-álitisbrot

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan