Tíðindi/Greinar

04.04.2017

Strok

Vit vaksnu mugu taka undir við blaðnum og keypa tað til okkara børn.

Strok er okkara góða gamla barnablað, sum øll børn, ið ganga í skúla í dag, kenna. Blaðið, sum á fyrsta sinni kom út á jólum 1928, er til enn, tó tað hevði ein steðg frá desembur 1931 til januar 1959. Lukkutíð tóku fólk táttin uppaftur, og blaðið er komið út síðan. Tað hevur gjøgnum tíðina skift skap, form og navn, men innihaldið hevur altíð verið hitt sama. Lesnaður til børn/ung á føroyskum, sum tey halda er spennandi.

Tíðir broytast, og tí er eisini neyðugt hjá einum blaði at fylgja við. Í 2005 kom Strok á internetið. Hetta er ein sera spennandi síða, har brellbitar úr blaðnum eru, har er møguligt at tekna hald, og so liggja eisini nøkur stuttlig filmsbrot á síðuni. Alt hetta, tí man metir, at tað er týdningarmikið, at børn og ung skulu hava samtíðartekst at lesa á føroyskum. Samtíðartekstur hjá børnum og ungum er ikki júst tað, vit vaksnu halda er tann týdningarmesti lesnaðurin, men hvat er tað ikki fantastiskt, at okkara ungu kunnu fáa eitt blað í hondina, har tey á teirra móðurmáli kunnu lesa um kend fólk úti í heimi og heima, so sum popstjørnur, fótbóltsleikarar ella filmsstjørnur.

Ein fastur táttur er eisini at ung føroysk børn sleppa at royna seg sum ummælarar. Tey sleppa at ummæla ymiskt tilfar, bøkur, fløgur, filmar og telduspøl. Hetta er stuttligt at sleppa at royna, men hetta ber bert til, tí vit hava eitt tílíkt blað. Hetta er sannilia ein gáva til okkara børn. Ein gáva vit mugu verja og fara væl við.

Men henda gáva heldur ikki lív í sær sjálvum. Vit vaksnu mugu taka undir við blaðnum og keypa tað til okkara børn. Eg havi mangan hoyrt, at blaðið verður ikki lisið heima. Ein orsøk til tess kann vera, at tey hava longu lisið blaðið, tá tey koma heim. Eg kenni ikki til annað enn, at tá blaðið verður handað teimum, ið halda tað, eru øll áhugað. Øll vilja lesa, serliga tey, ið ikki eru haldarar. Næmingarnir fáa ofta høvi at lesa í onkrum tíma, og ofta hava tey tað við í fríkorter.

Bókadeildin ger eitt megnararbeiði við at geva út Strok og barna- og ungdómsbøkur. Men tað er ikki so, at tað er ein ótømandi kelda. Tað er neyðugt at eftirhyggja, hvat loysir seg á hvørjum ári, og tíverri er tað so, at haldaratølini hjá Stroki eru lækkað trý ár á rað. Hetta kunnu/mugu vit gera nakað við. Ynskja vit, at hetta framúrskarandi blaðið skal koma út, mugu standa saman um tað, so tað framhaldandi verður føroyskum børnum at gagni.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan