Tíðindi

Starvslæran eigur at verða meiri fjøltáttað

Skipanin, har læraralesandi eru eitt longri skeið í starvslæru og eru bæði á lærustovninum og í starvslæru samstundis, gevur bæði lærustovninum og teimum lesandi munandi betri møguleikar at tvinna yrkisrættarliga og akademiska partin saman. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

18.01.2021

Tíðin, sum læraralesandi eru í starvslæru, er alt og stutt; tað eru nógv samd um. Jacob Eli S. Olsen heldur, at vit eiga at kaga út um landoddarnar at fáa íblástur til, hvussu starvslærutíðin kann mennast við fjølbroyttum starvslæru- og øðrum yrkisrættaðum virksemi.

- Í løtuni er starvslærutíðin øll lestrarárini 10 tímar um vikuna í ávikavist 3 og 5 vikur hvørt lestrarár, og tað meta læraralesandi vera ov lítið. Á ávísum læraraútbúgvingum í Danmark røkkur starvslæran yvir 14 vikur; har eru læraralesandi tær fyrstu vikurnar nakrar dagar í starvslæru í einum skúla og nakrar dagar á lærustovninum. Síðan verður bygt omaná, har tey eru nakrar vikur í starvslæru burturav og síðan aftur nakrar vikur, har tey eru bæði í starvslæru og á lærustovninum. Meðan tey eru á lærustovninum, leggja tey fyrst dent á at fyrireika undirvísingina, sum tey skulu hava, meðan tey eru í starvslæru, og seinasta partin leggja tey dent á eftirmeting av undirvísingini og læringini hjá børnunum. Henda skipanin gevur teimun lesandi góðan møguleika at tvinna ástøði og yrki saman. Tey koma at kenna skúlan, lærarar og næmingar væl og virðiliga, og tá ið tey so koma til tann intensa partin, har  starvslæra er burturav, so eru tey betur brynjað til ta uppgávuna. Stórur partur av ráðleggingini av undirvísingini er at leggja upp fyri, hvussu einstaka barnið og einstaki flokkurin eru. Tey læraralesandi mugu kenna undanvitanina hjá næmingunum fyri at kunna leggja til rættis eina nøktandi undirvísing; tað er ikki nøktandi bara at byggja undirvísingina á ástøði; veruliga støðan má hugsast við, og soleiðis er lærarayrkið eisini. Skipanin, har læraralesandi eru eitt longri skeið í starvslæru og eru bæði á lærustovninum og í starvslæru samstundis, gevur bæði lærustovninum og teimum lesandi munandi betri møguleikar at tvinna yrkisrættarliga og akademiska partin saman.

Starvslæran í Føroyum má leggja upp fyri hesum, heldur Jacob Eli S. Olsen, og tí má bygnaðurin broytast. Tann yrkisrættaði parturin av útbúgvingini verður nógv betri, um starvslæran verður ment, tí tá mynda fleiri tættir yrkisrættarliga partin.

Tað yrkisrættaða virksemið eigur og kann verða so nógv meiri fjøltáttað, enn tað er. Yrkisrættaði parturin er ikki bara, at læraralesandi í tíðarskeið eru í starvsvenjing. Yrkisrættaði parturin kann t.d. eisini vera, at læraralesandi part av tíðini fara út í skúlan at tosa við lærarar, bæði í einstøkum lærugreinum, ein flokslærara ella ein í førleikastovuni, og at tey eygleiða undirvísing og næmingar.

Av tí at farleiðin millum skúlarnar í miðstaðarøkinum  og Námsvísindadeildina er stutt, átti skipanin at verið soleiðis, heldur Jacob Eli S. Olsen, at læraralesandi á fyrsta ári bara eru í starvsvenjing í ávísum skúlum í miðstaðarøkinum, ið verða skipaðir sum starvslæruskúlar.

- Gjørdu vit hesa skipanina, høvdu vit kunnað gagnnýtt starvslæruna nógv betur og fingið leinkjuna millum ástøði og yrkið munadyggari, tí tá kundi skúlin verið betur fyrireikaður at taka ímóti starvslesandi, og starvslæruvegleiðararnir, ið eiga at verða útbúnir til uppgávuna, høvdu verið betur ílatnir til vegleiðingina. Annað og triðja árið kundu læraralesandi farið í aðrar skúlar í starvslæru, so tey fingu upplivað tann ymiskleikan, ið er frá skúla til skúla, bæði tá ið talan er um skipan og stødd.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2020


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.