Leys størv

Starvsfólk til Frískúlan í Kelduni

Frískúlin, Keldan søkir eftir hesum hesum størvum fyri skúlaárið 2019/2020.

1 lærara í tíðaravmarkað starv vegna lækkað tímatal og møguligar avlopstímar. Skúlanum tørvar lærara til forskúlaøkið, ítrótt og tónleik. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1.okt.

Eitt hjálparfólk á 18 tímar um vikuna vegna avlopstímar.  Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sept.

Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari:
•    Hevur læraraútbúgving og royndir

•    Tekur undir við og vilt arbeiða fyri visjónini hjá frískúlanum

•    Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí  einstaka barninum

•   Ert fleksibul og dugir at samstarva og ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum

Um frískúlan:
Samkoman Keldan í Skálafirði hevur stovnað frískúlan. Frískúli og frítíðarstova eru á sama stað. Hølini í Kelduni eru nýmótans og vælegnað til skúlavirksemi. Umhvørvið í Skálafirði er eisini ein góður karmur um hetta virksemið. Skúlaárið 2019/2020 verða umleið 95 børn frá forskúla til 7. flokk.

Vit kunnu bjóða:
Eitt áhugavert starv við fjølbroytni í gerandisdegnum, har námsfrøðingar og lærarar samstarva. (sí www.fsk.fo)

Setanarviðurskifti:
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

Hjálparfólkastarvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn:
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli, skal vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 11. juli kl. 12.00.

Vinarliga send umsóknina umvegis teldupost: friskulin@keldan.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.