Leys størv

Starvsfólk til Frískúlan í Kelduni

Frískúlin, Keldan søkir eftir hesum hesum størvum fyri skúlaárið 2018/2019.

1 lærara í tíðaravmarkað starv vegna lækkað tímatal og møguligar avlopstímar. Skúlanum tørvar lærarar við føroyskum og rokning á linju. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1.okt.
 Eitt hjálparfólk á 15 tímar um vikuna vegna avlopstímar.  Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sept.

Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari:
•    Hevur læraraútbúgving og royndir

•    Tekur undir við og vilt arbeiða fyri visjónini hjá frískúlanum

•    Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí  einstaka barninum

•   Ert fleksibul og dugir at samstarva og ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum

Um frískúlan:
Samkoman Keldan í Skálafirði hevur stovnað frískúlan. Frískúli og frítíðarstova eru á sama stað. Hølini í Kelduni eru nýmótans og vælegnað til skúlavirksemi. Umhvørvið í Skálafirði er eisini ein góður karmur um hetta virksemið. Skúlaárið 2018/2019 verða umleið  90 børn frá 1. - 7. flokk.
 

Vit kunnu bjóða:
Eitt áhugavert starv við fjølbroytni í gerandisdegnum, har námsfrøðingar og lærarar samstarva. (sí www.fsk.fo)

Setanarviðurskifti:.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

Hjálparfólkastarvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

Umsókn:
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli, skal vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 10. juli kl. 12.00.

Vinarliga send umsóknina umvegis teldupost: friskulin@keldan.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.