Leys størv

Starv sum varaskúlastjóri í Sankta Frans skúla

Tíðaravmarkað starv sum varaskúlastjóri skúlaárið 2022/23

Hevur tú hugsjónir, áræði og dirvi, og megnar tú at ganga á odda fyri einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja starv sum varaskúlastjóri á Sankta Frans skúla.

Í Sankta frans skúla ganga 368 næmingar í Forskúla – 7.fl. Tað starvast 40 starvsfólk í skúlanum.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu ábyrgdini og leiðsluni av virksemi skúlans
Við virkisfýsni er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans
Er næsti arbeiðsfelagi skúlastjórans og undir fráveru skúlastjórans virkar í hansara stað

Harumframt vænta vit, at varaskúlastjórin:

hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og megnar at hava yvirlit og dugir at skipa fyri
Støðugt er við til at áseta mál og virkisætlanir fyri skúlan, sum búgva skúlan til framtíðar krøv
saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd hevur góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum

Um starvið

Í starvinum eru um 900 leiðslutímar og á leið 12 undirvísingatímar umframt annað innan ráðlegging, fundir og samstarv.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving  og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir

Starvið er lønt í lønarflokki 35-1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag. Starvið er tíðaravmarkað skúlaárið 2022/23 frá 1. august 2022

Umsóknir

Umsóknir við møguligum viðmælum, c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. juni 2022 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Aslaug Olsen, skúlastjóra tlf. 282536 ella við at senda teldupost til aslaug.olsen@skulin.fo

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.