Leys størv

Starv sum skúlastjóri í Tofta skúla

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Tofta skúla. Í Tofta skúla eru 195 næmingar í 10 árgangum, og 17 lærarar starvast í skúlanum. Starvið verður sett frá 1. desember 2017 ella so skjótt sum til ber.

Um starvið

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann

skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim og í samstarvi við foreldrini virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at inna eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á at menna skúlaskapin í kommununi.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir og leiðsluútbúgving.

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Tofta skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða

Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 6. november 2017.

Umsóknin verður stílað til:

Mentamálaráðið

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 3279

110 Tórshavn

ella við t-posti: mmr@mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Mentamálaráðið

Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi. Sí heimasíðuna hjá Tofta skúla www.toftaskuli.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.