Leys størv

Starv sum 2. varaskúlastjóri í Eysturskúlanum

Eysturskúlin søkir eftir 2. varaskúlastjóra í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2018 til 31. juli 2019. Starvið er eitt hálvtíðarstarv, har endaliga tímatalið verður sett 1. septembur 2018

Í Eysturskúlanum ganga uml. 500 næmingar í 1. – 10. flokki skúlaárið 2018/2019. Skúlin er skipaður í 4 deildir, grunddeild, miðdeild, hádeild og Nám X. Í Nám X ganga allir næmingar í 10. árgangi í Tórshavnar Kommunu. Í Eysturskúlanum eru uml. 60 starvsfólk, ið eru lærarar, námsfrøðingar, stuðlar, skrivstovufólk, heilsufrøðingur, reingerðarfólk og húsavørðar.

Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:

At arbeiða í einum lærandi felagsskapi

At arbeiða innovativt

Í felagsskapi at menna okkum fakliga og sosialt

At tollyndi skal verða grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

Talan er um eitt spennandi starv við nógvum skiftandi avbjóðingum, har tú saman við leiðslutoymi skúlans hevur námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

Arbeiðsuppgávur hjá leiðslutoyminum eru m.a.: 

at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og dygd 
at fremja eina kveikjandi og mennandi starvsfólkaleiðslu 
at virka fyri trivnaði og felagsskapsanda í skúlanum 
at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd
at røkja fyrisitingarligar uppgávur

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir og antin hava ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving. Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru: 

góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl 
vilja og evni at royna nýggjar leiðir, sum búgva skúlan til framtíðar krøv 
áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir 
góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum

Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. juni 2018. 

Umsóknin verður stílað til: eyddis.eidesgaard@skulin.fo 

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóra

tlf. 214752.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.