Leys størv

Størv í Skúlanum á Fossánesi

Hesi størv eru leys at søkja í  Skúlanum á Fossánesi

1 starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi við meira frá 18. august til 18. desember 2020. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. oktober 2020

1 lærarastarv skúlaárið 2020/21. Søkt verður eftir lærara, ið m.a. kann undirvísa í støddfrøði, svimjing, ítrótti, alis/evnafrøði/samfelagsfrøði og handverk og list. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1.oktober 2020.

·      1 námsfrøðiligum stuðli skúlaárið 2020/21 við setanarbrotinum 0,51. Hetta svarar til 23 tímar um vikuna. Uppgávan er at virka sum stuðul í serflokki og flokki.

·      1 námsfrøðiligum stuðli skúlaárið 2020/21 við setanarbrotinum 0,60. Hetta svarar til 27 tímar um vikuna. Uppgávan er at virka sum stuðul í serflokki og flokki.

Tey, ið sett verða, skulu

·      duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.

·      verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.

·      vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur.

·      hava læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir

Lønar- og setanartreytir

Avloysara størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Stuðulsstørvini verða lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 11-19.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. Juli 2020 kl. 12.

Skúlin á Fossánesi

Fossávegur 27

FO – 730  Norðdepil

Tlf. 452120 – 253263

Teldupostur: fos@skulin.fo

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran,

Myrna Lind Jacobsen, á tlf. 45 21 20 ella 25 32 63.

Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til: myrna.jacobsen@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.