Leys størv

Størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2022/2023

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2022:

* 1 fast lærarastarv.
* 4 tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal, avlopstímar og undirvísing í føroyskum sum annaðmál.
* 1 tíðaravmarkað starv til námsfrøðing. Setanarbrotið er á 0,54 svarandi til 950,40 árstímar.

Endaliga tímatalið til tíðaravmarkaðu lærarastørvini vegna lækkað tímatal, avlopstímar og undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2022

Vit sóknast eftir lærarum, ið kunnu undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild og við linjugreinalestri í føroyskum, donskum, støddfrøði, lívfrøði, alis-/evnafrøði, tónleiki, smíð og ítrótti.

Eisini sóknast vit eftir lærara, ið kann átaka sær uppgávuna at undirvísa fremmandamæltum næmingum í føroyskum og stuðla teimum í øðrum lærugreinum í vanligu floksundirvísingini.

Høvuðsuppgávan hjá lærarunum er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina. Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er næmingalagað og verður skipað við atliti til persónligu, sosialu og fakligu menningina hjá einstaka næminginum.

Ráðleggingin fer fram í samstarvi og samráði við lærararnar í árgangstoyminum.

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari.

Námsfrøðingurin verður partur av árgangstoyminum í 1. flokki. Høvuðsuppgávan hjá námsfrøðinginum er at stuðla ávísum næmingum í dagligu undirvísingini við atliti til menningina hjá tí einstaka. Ráðleggingin fer fram í samstarvi og samráði við lærararnar í árgangstoyminum.

Viðkomandi skal kunna tola broytingar í starvsinnihaldinum.

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum námsfrøðingur.

Harafturat verða hesi størv lýst leys at seta í serskúlatilboðnum frá 1. august 2022:

1 fast lærarastarv.
1 tíðaravmarkað lærarastarv. Setanarbrotið er 0,75 svarandi til 1350 árstímar.

Vit sóknast eftir lærarum, ið verða partur av sjálvstýrandi toyminum í serskúlatilboðnum. Í serskúlatilboðnum í Hoyvíkar skúla eru 16 næmingar í 1. – 9. flokki.

Høvuðsuppgávan er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina og skúladagin hjá næmingunum í samstarvi og samráði við sjálvstýrandi toymið í serskúlatilboðnum. Arbeitt verður út frá einstaklinga læruætlanum, har hvør skúladagur er skipaður við atliti til menningina hjá einstaka næminginum.

Uppgávan er eisini at integrera næmingar í serskúlatilboðnum í skúlaflokkarnar í Hoyvíkar skúla.

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari. Tað kann vera ein fyrimunur at hava starvsroyndir við børnum við autismu ella líknandi avbjóðingum.

Tey, ið sett verða, skulu:

vera stundislig og nærløgd.
vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum.
vera við til áhaldandi at menna skúlan.

Í starvsfólkaleiklutinum í Hoyvíkar skúla leggja vit dent á:

Ábyrgd
Yrkisføri
Floksleiðslu
Samstarv
Trúfesti

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Størvini sum lærarar verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Starvið sum námsfrøðingur verður sett sum sáttmálasett starv og verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 13, 15, 17, 19 og 21.

Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. mai 2022 kl. 12:00.

Umsóknin skal stílast til:

Hoyvíkar skúli

att.: Hans Jón Thomsen, stjóri

Postboks 3073

FO-110 Tórshavn

Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til: hansjon@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Hans Jón Thomsen, stjóra, á telefon 783300.

_____________________________________________________________________________

Í Hoyvíkar skúla eru 350 næmingar í 1. – 9. flokki,

36 lærarar og 3 námsfrøðingar.

Vitjið okkum á www.hoy.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.