Leys størv

Størv í Eysturskúlanum skúlaárið 2022/23

3 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/23 fyri lærarar í farloyvi.

2 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/23 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.

1 námsfrøðingur í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2022/23. Starvið er uml. 30 tímar um vikuna, lønarbrøkur umleið 0,7.

1 námsfrøðiligum stuðli til næming við rørslutarni, sum fer at ganga í NámX.

Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:

duga at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur
duga at leggja til rættis og leiða undirvísingarstøðuna
leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.
Sýna ein positivan hugburð til børn og ung, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Eysturskúlanum

Førleikakrøv lærarar

Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. Tey, ið sett verða, mugu kunna undirvísa í onkrari av hesum lærugreinum: Støddfrøði, alis- og evnafrøði, lívfrøði, ítrótti, náttúru- og tøkni og føroyskum.

Eisini tørvar skúlanum lærarar, ið kunnu átaka sær floks-/toymisleiðslu og støddfrøðivegleiðing.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2022.

Førleikakrøv námsfrøðingur

Skúlanum tørvar námsfrøðing, sum kann arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í miðdeild og hádeild. Arbeitt verður inni í flokkum, í smærri bólkum og ein til ein. Í skúlanum arbeiða frammanundan tveir námsfrøðingar í føstum starvi.

Tann, ið settur verður, skal hava útbúgving sum námsfrøðingur ella hava líknandi royndir. Um eingir námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.

Royndir innan serøkið er ein fyrimunur, umframt at viðkomandi dugir væl at samstarva og samskifta, dámar avbjóðingar og setir tollyndi í hásæti.

Lønar- og setanartreytir

Starvið sum námsfrøðingur er sáttmálasett, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Førleikakrøv námsfrøðiligur stuðul til næminging við rørslutarni

Vit hava tørv á fólki, sum skal stuðla einum næmingi við rørslutarni. Næmingurin fer at ganga í NámX skúlaárið 2022/23. Umsøkjarar mugu hava koyrikort.

Umsóknir

Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum og játtilsi um at barnaváttan kann innheintast, skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 20. mai 2022 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:

Eysturskúlin

Tórgarðsgøta 17

FO 100 Tórshavn

Ella í teldubrævi til: eydna.magnussen@skulin.fo

Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran, Eyðnu Magnussen tlf. 214755

Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2022/23 umleið 500 næmingar í 1.-10.flokki.

Í skúlanum arbeiða 65 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, skrivari, reingerðarfólk, heilsufrøðingur og húsavørðar.

Vit leggja vit dent á:

At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi, PLF toymum

At arbeiða innovativt

At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.