Tíðindi

Stóran týdning at undirvísing í føroyskum til tilflytarar verður hægri raðfest

- Tað hevur sera stóran týdning at raðfesta undirvísing í føroyskum til tilflytarar, bæði til børn og vaksin, og skipa undirvísing og framleiða undirvísingartilfar sambært tí, sigur Helena Kannuberg, MA í føroyskum

18. mars 2020

Flestu teirra, sum flyta til Føroya, vilja læra føroyskt. Hjá summum gongur tað væl og skjótt, hjá øðrum ikki. Sum er eru tað bara kvøldskúlar, sum bjóða út undirvísing í føroyskum til tilflytarar. Mammurnar hjá trimum av teimum 4 børnunum, sum Helena Kannuberg hevur tosað við í kvalitativari kanning av málinum hjá 4 tvímæltum børnum, hava fingið undirvísing í føroyskum. Ein av mammunum hevur tikið fólkaskúlaprógv, og tí hevur hon fingið nógva undirvísing í føroyskum. Henda undirvísingin er tó ikki miðað eftir næmingum við øðrum móðurmáli enn føroyskum.

- Alt bendir á, at tilflytararnir gerast fleiri og fleiri í tali, og skulu teir virka í samfelagnum á jøvnum føti við føroyingar, mugu teir læra føroyskt. Vaksnir tilflytarar, sum ikki læra nýtiligt føroyskt, verða avbyrgd frá lívinum hjá børnum sínum; tey kunnu ikki á sama hátt sum onnur foreldur taka lut í lívinum hjá børnunum og samskifta við dagstovn og skúla. Tey fáa ikki hjálpt teimum við skúlatingum og fylgt við, hvussu tað gongur í skúlanum. Tað er sera umráðandi alt fyri eitt at raðfesta, at tilflytarar læra føroyskt og eisini, at undirvísingin í føroyskum sum annaðmál verður skipað í stigum, tí tey, sum taka grundskeið, og tað eru tað nógv, sum gera, tørvar at læra meiri og meiri.

Líka umráðandi er tað, at tey, sum undirvísa tilflytarabørnum og børnum, sum eru vaksin upp við fleiri málum í heiminum, hava førleikar og serkunnleika at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, vísir Helena Kannuberg á.

- Tað krevur serligar førleikar. Einstøku skúlarnir eiga at velja tey, sum eru best skikkað og hava bestu royndir at undirvísa tilflytaranæmingum og tvímæltum næmingum, sum tørvar hjálp við føroysku málmenningini. Tað er ikki nóg gott bara at seta onkran lærara, sum er tøkur. Dygdin í undirvísingin er treytað av, hvør verður settur til at undirvísa, og viðkomandi, sum undirvísir, skal sjálvur gera undirvísingartilfar og finna útav, hvat næmingarnir skulu læra og so framvegis, tí eingin námsætlan ella skipan er. Tú kanst vera heppin at fáa lærara, sum hevur nógvar royndir at undirvísa næmingum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt ella eru tvímæltir, men eg seti spurnatekin við dygdina í undirvísingini, tá ið tað er so nógv, sum vantar at verða gjørt, og tá lærararnir ikki hava serkunnleika at undirvísa í føroyskum fyri tilflytarar. Samrøða, eg havi havt við lærara, vísir, at skúlar als ikki eru til reiðar at lofta næmingum, sum hava aðra málsliga bakgrund enn føroyskt.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.