Tíðindi

Stór ráðstevna í Føroyum um sernámsfrøði

Hósdagin í komandi viku, flaggdagin 25. apríl, verður stór ráðstevna um sernámsfrøði sett í Føroyum. Tað er NFSP, ið stendur fyri Nordiska Förbundet för Specialpedagogik, sum skipar fyri

15. apríl 2019

Ráðstevnan, sum eitur Saman flyta vit fjøll, varpar ljós á møguleikar, sum børn og ung hava.

NFSP er norðurlendskt samstarv á sernámsfrøðiliga økinum; ráðstevnan vendir sær tó til øll, sum halda, at børn og ung hava møguleikar, sama hvørjar styrkir ella veikleikar, tey hava. Forkvinna í NFSP er Andrea á Rípuni, sum er kassameistari í Føroya Lærarafelag.

Ráðstevnan byrjar fríggjadagin 26. apríl, og allan dagin eru fyrilestrar á skránni fyri allar luttakararnar. Eftir at forkvinnan í NFSP hevur boðið vælkomin, heldur Hanna Jensen, landsstýriskvinna við skúlamálum, røðu. Eftir hennara røðu hevur Niina Junttila fyrilestur. Niina Junttila er adjukntur í útbúgvingarsálarfrøði. Hon arbeiðir sum undirvísari og granskari á Turku Institute for Advanced Studies og Centre for Learning Research. Hon hevur eitt nú granskað í sosioemotiónellari læring og vælferð, tá ið talan er um familju, vinir og skúla, serliga við atliti at sosialum førleikum, einsemi, sosialari angist og tunglyndi.

Øyvind Pålshaugen er næstur á skránni. Hann er doktari í sosiologi frá Universitetinum í Oslo og er granskari við Arbeidsforskningsinstituttet, HiOA. Hann hevur í høvuðsheitum granskað í menningararbeiði og innovatión í privatu vinnuni. Síðstu árini hevur hann granskað í somu viðurskiftum í útbúgvingarskipanini. Saman við Elin Borg hevur hann skrivað greinina ”Sálarlig heilsa hjá næmingum í framtíðar skúlanum – Hvat kunnu lærarar geva gjøgnum undirvísing.”

Seinnapartin eru tríggir fyrilestrar á skránni, tann fyrsti við Brian Degn Mårtensson. Hann hevur givið út eina røð av bókum og greinum um námsfrøði, undirvísing, AKT og stovnsmenning. Hann situr í ritstjórnini á tíðarritinum Specialpædagogik. Hedvig Johnsdóttir, leiðari á Dugna, og Stig Eltør, leiðari á Skúlanum við Áir, halda fyrilestur saman. Dugni skipar fyri endurútbúgving fyri vaksin, sum hava tørv á stuðli at koma í arbeiði ella undir útbúgving. Í Skúlanum við Áir kunnu fólk fáa undirvísing svarandi til 9. flokk og taka prógv haðani. Bæði á Dugna og við Áir leggja tey seg eftir at møta fólki og tørvinum, tey hava.

Seinast á skránni er Tormóður Stórá, yvirlækni á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. Hann granskar í eitt nú autismu og ADHD.

Leygardagin eru verkstovur á skránni. Luttakarar hava teknað seg til tær verkstovurnar, tey eru áhugað. Tey, sum hava verkstovur, eru Annika H. Davidsen, sálarfrøðingur, Katrin av Kák, sálarfrøðingur, Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur, og Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini. Eftir at tikið er saman um ráðstevnuna seinnapartin, verður leiðslan fyri NFSP latin víðari til annað Norðurland. Eftir tað er skipað fyri túri fyri luttakarunum.

Stuðlað ráðstevnuni hava Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.