Tíðindi

Spjødd leiðsla

Nýtt podcast við James Spillane

2. oktober 2019

Fleiri her á landi eru kunnug við hugsanirnar hjá James Spillane, tá ið talan er um leiðslu, ið er spjadd út ymsastaðni í organisatiónini. Hetta er ein uppgerð við eina fatan av einum leiðara, sum hevur verið samanborin við eina einaráðandi hetju. James Spillane leggur  í staðin áherðslu á, at skúlaleiðarin má leiða við eftirsketni saman við sínum starvsfólki. At vera eftirskettin merkir, at man arbeiðir eftir somu málum, og at man gáar um hvønn annan.

Tað er týdningarmikið at undirstrika, at sjónarhornið - at leiðsla er spjadd út í organisatiónini - ikki merkir, at skúlaleiðarin skal frásiga sær ábyrgd ella myndugleikan at skera ígjøgnum, tá hetta er neyðugt.

James Spillane er professari í skúlaleiðslu á Northwestern University í Chicago. Jóhannes Miðskarð hevur havt eina samrøðu við hann. Hon snýr seg um eina nýggja bók, ið James Spillane og Rebecca Lowenhaupt hava skrivað. Bókin er bygd á samrøður, sum James Spillane hevur havt við nýggjar skúlaleiðarar. Bókin kann nýtast bæði av nýggjum leiðarum og leiðarum, ið hava verið leiðarar leingi. Lurta eftir podcastinum her: https://s3-eu-west-1.amazonaws.com/podcastresearch/031.mp3

Áður hevur Jóhannes Miðskarð gjørt og útgivið eitt annað podcast við James Spillane. Hetta snýr seg um, um tá man arbeiðir út frá, at leiðsla er spjadd út ymsastaðni í organisatiónini. Lurta eftir tí her: https://s3-eu-west-1.amazonaws.com/podcastresearch/012.mp3

Jóhannes Miðskarð

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.