Tíðindi

Soleiðis kunnu barnagarður og skúli víðka orðfeingið hjá børnum

– Tað átti at verið ein mannarættur at hava atgongd til ríkt orðfeingi, heldur granskari, sum hevur eitt boð uppá, hvussu børn við vánaligum orðfeingi kunnu fáa hjálp

20. august 2020

Tað er avgerandi fyri mál- og lesimenningina hjá børnum at hava ríkt orðfeingi.

– Tað er álvarsamt, at so stórir munir eru í orðfeinginum hjá børnum, tá ið vit vita, at tað ber til at fyribyrgja. Tað ber til at fyribyrgja, um tú veitst, hvat tú kanst og eigur at gera, og um tú tíðliga fert í holt við áhaldandi átøk og tiltøk, sigur Kari-Anne Bottegaard Næss, professari við Instituttið fyri sernámsfrøði, UiO í Stavanger í Noregi.

Munir í orðfeinginum hjá børnum veksur við nógvari ferð við aldrinum og verður ógvuliga stórur við tíðini. Útsagnir sum «30 million word gap» og «The early catastrophe» eru brúkt í yrkisbókmentum, tá ið avleiðingar av vánaligum orðfeingi verða umrøddar.

«At veita røttu hjálpina» snýr seg um, at børn, sum tørvar hjálp at menna eitt ríkari orðfeingi, fáa hjálp, sum byggir á granskingargrundaða vitan, og sum hevur virkað fyri børn við somu avbjóðingum.

– Vit eru fleiri, sum granska, hvat gagn átøk og tiltøk, sum verða sett í verk til frama fyri orðfeingið, hava á børn. Vit vilja hava vitanina um úrslitini av kanningunum út í barnagarðar og skúlar, soleiðis at einstaka barnið, sum tørvar hjálp, fær røttu hjalpina.

Gransking vísir, at barnið, sum tørvar hjálp at menna orðfeingið, eigur at fáa hjálp tíðliga. Orðfeingið kemur ikki av sær sjálvum, hóast øll børn eru fødd við hugi at læra. Tað eru tey vaksnu, sum mugu eggja barninum at læra nýggj orð.

Summi børn læra lætt og herma eftir hvørjum orði, tey hoyra, meðan onnur stríðast málsliga. Summi vaksa upp í einum heimi við nógvum bókum og nógvari málsligari stimbran, soleiðis at tey alla tíðina hoyra nýggj orð, men onnur gera ikki tað.

– Øll børn, sum hava fátækt orðfeingi, eiga at fáa møguleikan at fáa eitt ríkari orðfeingi. Tey, sum stríðast við at læra, mugu fáa hjálp at læra. Tey, sum ikki hava eitt rík mál heimanífrá, mugu fáa tað í barnagarðinum.

– Tað er bara soleiðis, vit kunnu javna stóru munirnar og forða negativu avleiðingunum, sigur Næss.

Í fjør fór norska stjórnin undir eitt stórt átak, sum hevur til endamáls at seta tíðliga inn við málmenning í barnagarði, skúla og frítíðarskúla. Næss fegnast um, at barnagarðar, skúlar og frítíðarskúlar hava tikið henda problematikkin í álvara. Í samsvari við átøkini og fyri at vísa, hvørji átøk muna, hevur talgild ráðstevna nýliga verið fyri fleiri hundrað starvsfólkum í barnagørðum og skúlum, har nýggjasta granskingin um munadygg átøk, tá ið talan er um orðfeingi, varð løgd fram.

Janne von Koss Torkildsen, professari við Instituttið fyri sernámsfrøði, UiO, var ein av teimum, sum løgdu fram. Talgilta orðfeingisátakið, sum hon og starvsfelagar hennara hava ment og roynt, vísir seg at virka.

– Eittans at varpa ljós á einstøk orð fer aldri at minka um orðfeingisgapið, tí børn skulu læra so øgiliga stóra nøgd av orðum, meðan tey ganga í skúla. Tí hevur granskingin, ið vit eru í holt við, varpað ljós á minstu partarnar av orðum, sum hava egna merking, morfemini ella merkingareindirnar, tí hesir smáu byggisteinarnir í málinum geva næmingunum eina vitan, sum kann verða brúkt í nógvum nýggjum orðum, tey skulu læra, sigur Torkildsen.

Kunnleiki til merkingareindir gevur barninum atgongd til eina rúgvu av nýggjum orðum, og ferð kann koma á orðfeingið.

– Eldri gransking vísir, at næmingar, sum fáa venjing í bendingarlæru, orðlutalæru ella morfologi í barnagarðinum, vóru betur fyri í lesifatan í 6. flokki samanborið við tey, sum ikki fingu hesa venjing. At venjing í orðlutalæru síðsta árið í barnagarðinum gevur varandi ágóða í lesifatan, vísir, hvussu stóran týdning tað hevur at seta inn tíðliga við málmenning og góðari og rættari hjálp til teirra, sum tørvar tað.

Venjing í orðlutalæru, sum Torkildsen og starvsfelagar hennara hava staðið fyri, fer fram á eini app, sum tey hava ment í samstarvi við kt-verkfrøðingar. Appin eitur Morf kapteynur (Kaptein Morf á norskum) og kann takast ókeypis niður á teldlar. Á appini eru 40 venjingar, sum taka umleið 15 minuttir. Har eru 12 ymisk uppgávusløg, og barnið kann venja orðfatan, orðbygnað og skriving.

Royndin at menna hesa appina fór fram í 2. flokki í 12 skúlum í trimum kommunum í Noregi. 717 næmingar í 2. flokki, sum vórðu tilvildarliga valdir, skuldu antin brúka Kapteyn Morf-appina ella eina støddfrøðiapp í 8 vikur. Næmingarnir arbeiddu sjálvir við appini, og uppgávan hjá lærarunum var at veita tekniska hjálp og at halda næmingunum til. Kunnleikin til orð, lesi- og skriviførleikarnir hjá næmingunum vórðu kannaðir áðrenn og aftan á venjingina.

Úrslitini frá granskingini av Kapteyn Morf eru ikki kunngjørd enn, men fyribils úrslit vísa, at tað hevur gagnliga ávirkan á orðfeingið at brúka appina.

– Tað týdningarmesta er, at ávirkanin av hesum er verandi, sigur Torkildsen.

Gransking vísir, at tað hevur størri týdning at læra ymisk málslig mynstur og málsligar tilgongdir heldur enn einstøk orð. Men skulu børn broyta lærustrategi frá at royna at minnast einstøk orð til at síggja málslig mynstur, skulu tey hava nógva venjing við nógvum dømum. Eitt kann vera at læra seg, hvat orð, sum enda eitt nú við -ari, hava í felag. Hetta hava granskararnir havt fyrilit fyri, tá ið teir hava snikkað appina, soleiðis at brúkarin fær nógva venjing.

Åste Mjelve Hagen, granskari við sama institutt, veit, at børn, sum tíðliga stríðast við málfatan, eru í vanda fyri at fáa stórar trupulleikar seinni. Hon ætlar tí at kanna, hvussu tað ber til at menna málið hjá barnagarðsbørnum, sum stríðast málsliga. Saman við professarunum Monica Melby-Lervåg og Arne Lervåg hevur Hagen gjørt eitt átak ætlað barnagarðsbørnum; tað er bygt upp sum eitt spæl. Børnini eru 4 ár, tá ið tey byrja; átakið varir í eitt ár. Børnini spæla og gera ymiskt í smáum bólkum, eitt nú hava samrøðulesing, sum snýr seg um at lesa fyri barninum á ein hátt, soleiðis at barnið verður við í lesingini, øvut av at tað bara situr og lurtar. Tann vaksni leggur upp til, at barnið setir spurningar, meðan lisið verður, at tey saman tosa um tað, sum bólkin snýr seg um, og at tey tulka ella viðgera søguna.

At læra hugtøk er eisini partur av hesum. Hetta eru orð, sum barnið ikki lærir spontant í gerandispráti, men sum tey hava gott av at kenna og duga í flestu lærugreinum í skúlanum.

Í bólkunum eru eisini ymisk spøl, har børnini eitt nú venja at gera og siga frá søgum, tey tosa um samansett orð, um ymisk orð, sum hava ymiska merking, og tey lurta eftir ymiskum.

Henda verkætlanin varð gjørd í 150 deildum í ymsum barnagørðum í tveimum kommunum í Noregi. Børnini vórðu kannað áðrenn og aftaná, at verkætlanin byrjaði, og samanborin við javnaldrar, sum ikki høvdu verið partur av verkætlanini, men sum eisini vórðu kannað um somu tíð. Hvørji børn tóku lut í verkætlanini var avgjørt við lutakasti. Tað var sjón fyri søgn, at átakið hevði gagnliga ávirkan á málið hjá børnunum.

– Skipað málslig átøk í barnagarðinum bøta munandi um málsligu fatanina hjá børnum, sum hava vánaligar málsligar førleikar, áðrenn tey fara í skúla, sigur Hagen.

Granskararnir fegnast um ymsar síðuvinningar av átakinum, og at gagnliga ávirkanin av tí sær út til at vara inn í skúlaárini.

Kelda: uv.uio.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.