Tíðindi

Skúlin tolir atferðartruplar næmingar!

Tað harmar meg almikið, at Gitte Klein vísandi til Bo Hejlskov Elvén skrivar, at lærarar ikki ynskja skúlan øðrvísi, enn hann var fyrr. Sjónarmið eftir Jonu Højsted, nevndarlim Føroya Lærarafelags, í seinasta Skúlablað

22.06.2018

Tað er við ikki sørt av undran, at eg havi lisið greinina, ”Skúlin skal tola næmingar við atferðartrupulleikum”, hjá Gitte Klein, har hon vísir til Bo Hejlskov Elvén í seinasta Skúlablaði. Her verður víst á, at alt fleiri næmingar hava avbjóðandi atferð, men samstundis verður ábyrgdin av hesum næmingum løgd á læraran. Tað er lærarin, ið skal tillaga umstøðurnar og soleiðis gera, at næmingurin ikki hevur hesa atferð.

Greinin vísir eisini á, at tað ikki hjálpir at harta børn við avbjóðandi atferð. Sum eg lesi greinina, so er hetta afturvendandi hátturin at royna at bøta um trupulleikan, ið kann standast av atferðartruplum børnum. Eg havi hug at spyrja, hvørja tíð og hvønn skúla sipað verður til? Verður tað verulig gingið út frá, at einasta amboðið, lærarin hevur at møta næminginum við, er harting? Eg ynski staðiliga at sláa fast, at tað er ikki tað, eg síggi og upplivi á skúlunum, hvørki, har eg sjálv arbeiði, ella í skúlunum, sum míni børn ganga í.

Eisini verður víst til, at vit ikki mugu seta mørk, tí tað eru mørkini, sum skapa atferðina. Eg veit ikki heilt, hvussu hetta skal skiljast. Vit liva í einum samfelagi, sum er fult av mørkum; vit kunnu ikki tíggja okkum, sum vit vilja ella hava hug til, tí stundum gongur hetta út yvir onnur. Tað má barnið við atferðartrupulleikum eisini læra. Um tað passar barninum best at syngja ella sparka borðbeinið, meðan tað loysir rokniuppgávur, so kann hetta hava stóra ávirkan á floksfelagarnar, sum so ikki megna at gera tað, teir eru í gongd við, tí ber hetta ikki til. Mørkini fyri, hvat ber til og ikki í eini skúlastovu, eru har púra av sær sjálvum. Tey verða ikki sett, tí tað passar læraranum best, men tí at næmingahópurin skal trívast so væl, sum til ber.

Tað harmar meg almikið, at Gitte Klein vísandi til Bo Hejlskov Elvén skrivar, at lærarar ikki ynskja skúlan øðrvísi, enn hann var fyrr. Skúlin er nógv broyttur seinastu árini. Lærarar leggja í stóran mun dent á trivnað og rúmligheit í dagsins skúla. Skúlar leggja nógva orku í og gera eitt stórt arbeiði fyri, at næmingarnir hepnast.

Tá tað er sagt, so mugu vit eisini minnast, hvør uppgávan hjá skúlanum er. Sum er, hava vit fólkaskúlalógina og námsætlanirnar at arbeiða eftir. Fólkaskúlalógin leggur stóran dent á foreldrasamstarv, at skúlin so velur at kunna foreldur um, hvussu teirra barn ber seg at í skúlanum, er ein sjálvfylgja. Tað er ein rættur hjá foreldrum at vita, hvussu støðan er. At hetta er at leggja ábyrgdina frá mær sum lærara, dugi eg ikki at fylgja. Tað má vera eitt ynski hjá bæði mær og foreldrunum, at barnið megnar skúlan so væl, sum til ber.

Lærarar eru ómetaliga dugnaligir. Teir megna at síggja tørvin hjá einstaka næminginum, samstundis sum teir megna at fáa næmingasamansetingar at rigga væl. At tað kemur fyri, at einstakir næmingar ella foreldur at børnum við atferðartrupulleikum uppliva, at skúlin ikki rúmar tí tørvi, sum júst tey hava, er ikki tí, at lærararnir á skúlunum ikki eru dugnaligir. Hetta kemur í nógv størri mun til sjóndar, tá tann arbeiðsorkan, sum krevst fyri at loysa eina arbeiðsuppgávu, ikki er til staðar. Við 24 næmingum, har fleiri hava tørv á ymiskum tillagingum, kann tað vera trupult og stundum ómøguligt hjá einsamallum lærara at loysa uppgávuna. Tað er ikki tí, at lærarin leggur ábyrgdina frá sær, men einamest tí, at tað verður væntað av honum, at hann uggar Jóhonnu, sum er dottin í fríkorterinum, samstundis sum hann fær næmingarnar inn í skúlastovuna, samstundis sum hann má finna út av, hvar Niels fór rennandi, tí hann gjørdist illur inn á okkurt, samstundis sum hann ikki má fara frá Sofíu, sum er so ótrygg fyri tíðina, samstundis sum hann má hava eyguni eftir, hvussu gongur hjá nýggja dronginum í flokkinum, og nógv, nógv annað. At siga tað, at broytingar í atferðini hjá læraranum loysir allar trupulleikar, er rein utopi. Tað verða altíð fleiri næmingar í sama flokki, ið hava tørv á ymiskari tilgongd. Uppgávan hjá læraranum er at royna at fáa hetta at passa so mikið væl, at allir næmingarnir fáa best burtur úr givnu umstøðunum. Ein uppgáva, sum lærarar loysa framúrskarandi væl!

Les aftursvarið frá Gitte Klein til greinina hjá Jonu Højsted her:

http://www.lararafelag.fo/hetta-eru-sj%C3%B3narmi%C3%B0ini-hj%C3%A1-bo-hejlskov-elv%C3%A9n-ikki-m%C3%ADni

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.