Tíðindi

Skúlin eigur at stimbra allan skapanarhug

- Ábendingar eru um, at fínrørslurnar, serliga hjá dreingjum, gerast verri og verri. Hjá nógvum eru bindindini heldur ikki tey bestu.

23.06.2021

- Vit eru sum menniskju skapandi, og eftir okkara sannføring eigur skúlin at stimbra allan skapanarhug. Skúlin er júst tað staðið, har evnini til tað handaliga eiga at koma til sín rætt. Vit vita, at uttan fyri skúlan er tað ymiskt annað, ið dregur hugin hjá børnum burtur frá tí skapandi. Tað, at tú situr óvirkin í alt ov langa tíð, er tíverri gerandiskostur hjá nógvum. Í skúlanum sleppur barnið at smíða, seyma, fáast við glaslist, mála og so framvegis. Barnið varnast, at tað dugir at arbeiða við hondunum, og – hvør veit – kanska verður fræið til eina komandi listakvinnu ella -mann sátt, tá ið gleðin um at skapa fær veingir. Tað siga Tóra á Hólalagnum og Beinta Tórolvsdóttir, lærarar, í Skúlaspíranum, sum er forskúlatilboðið í Eysturkommunu.

Í Skúlaspíranum verður nógv arbeitt við tí handaliga. Tað er, meðan børnini eru so ung, at gott grundarlag verður lagt, siga tær.

Har hugsa vit serliga um, at fínrørslurnar og sansirnir verða stimbrað. Vit hava lagt dent á, at børnini læra at nýta saksar, ið hóska til teirra. Tað, at klippa, er ómetaliga stimbrandi fyri fínrørslulagið. Ein eyka vinningur í tí sambandi er eisini, at tað fer at liggja betur fyri at halda á einum blýanti.

- Vit arbeiða eisini við, at børnini læra at fáa eina mynd, sum tey hava í huganum, út sum eitt ítøkiligt verk. Tað kann vera bæði stríggið og krevjandi, men arbeiðir næmingurin miðvíst við tí, so er tað ein lærdómur, tú fært nýtt í nógvum øðrum lærugreinum í skúlanum. Hugsa bara um krøvini, ið verða sett til framsetingar o.a. skrivligt, sum næmingarnir skulu lata úr hondum.

- Náttúran kring okkum er ein sera góð kelda at fáa íblástur úr, tá ið arbeiðast skal við skapandi lærugreinum. Vit arbeiða t.d. við árstíðunum í sambandi við útidagarnar, sum vit hava sum fastan tátt her í skúlanum. Tá henta vit ymisk blomstur og bløð, sum vit turka. Steinar eru eisini frálíkt tilfar at nýta í undirvísingini. Eitt annað, ið stimbrar hugflogið hjá børnunum, er, at tey royna at minnast tað, tey sóu, meðan vit t.d. vóru ein túr niðri í fjøruni. Tað, tey sóu, kann síðan verða endurgivið og myndað í eini tekning. Tað er umráðandi, at tey eisini verða mint á at fáa smálutir við.

- Næmingarnir í Skúlaspíranum tekna kalendaramyndir, og børnini sleppa at gera eina mynd til hvønn mánað. Tað áhugaverda við kalendaramyndum er, at tú kanst sum lærari eygleiða, hvussu ein menning hjá barninum fer fram. Myndirnar, sum næmingarnir gera, verða hongdar upp. Vit leggja dent á, at tað, sum verður gjørt, er sjónligt, tað er, at tað verður hongt upp væl frágingið og ásýniligt.

- Ábendingar eru um, at fínrørslurnar, serliga hjá dreingjum, gerast verri og verri. Hjá nógvum eru bindindini heldur ikki tey bestu. Tí er tað mennandi fyri næmingarnar, at teir læra, at teir kunnu fáa ymisk litbrigdi burturúr, alt eftir hvussu fast teir halda í einum litblýanti. Ella at tú kanst fáa grátt burtur úr einum svørtum litblýanti við ikki at trýsta ov fast.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2021.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.